Vinnuting
Á vinnutinginum, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag helt á Vónini í Fuglafirði seinasta fríggjadag, greiddi Páll Isholm, deildarstjóri og komandi blaðstjóri á vinnublaðnum Vinna, frá hesi verkætlan.
Tað verður Sansir, sum kemur at seta blaðið upp og kemur at standa fyri útgávuni. Tað er eisini Sansir, sum gevur út blaðið Kvinna, men hetta verður so altso Vinna í staðin fyri – og sjálvsagt við heilt øðrum innihaldi.
Taka vit Kvinnu sum sera snotuligt kvinnublað, er lítið at ivast í, at blaðið Vinna í útsjónd verður vakurt og kemur at fella í eyguni sum tíðarrit.
Í síni fraløgu um hesa nýggju verkætlan, sum ætlandi verður sjósett hósdagin, 3. desember, segði Páll Isholm, at blaðið ætlandi skal geva vinnulívinum eitt betri grundarlag at taka sínar avgerðir á.
Hann segði, at blaðið eisini fer at leggja seg eftir at geva føroyingum eitt betri forstáilsi fyri, hvat vinnulív í síni heild er.
- Hetta verður eitt vinnutíðarrit, sum ætlandi skal koma níggju ferðir um árið, og støddin á blaðnum verður eitt sindur minni enn A4.
Breitt og djúpt
Páll Isholm segði, at málið er at skapa eitt spennandi og eitt snotuligt grafiskt blað, men hetta verður ikki eitt myndablað, sum hann tók til.
- Vit fara at royna at skapa eitt blað, sum í breiðari merking kemur at viðgera føroyskt vinnulív, bæði djúpt, men eisini breitt. Blaðið skal verða fjølbroytt og áhugavert.
Spurdur, hvussu stórt eitt slíkt blað verður, segði hann seg vænta, at talan helst verður um einar 70-90 síður hvørja ferð.
Hann segði, at Vinna fer at kunna keypast í leysasølu, og møguleiki verður sjálsagt eisini at tekna blaðhald.
- Vit fara at senda tey fyrstu trý bløðini ókeypis út til eitt nú virkisleiðslur og borgarstjórar, men tað, sum í longdini verður berandi fyri blaðið, verður søla av blað og lýsingum.
Páll segði seg vóna og vænta, at teimum fer at eydnast at skapa eitt gott blað, sum hongur saman fíggjarliga.
- Umframt at hava freelance-journalistar at skriva greinar, er ætlanin eisini, at fólk, sum hava stórt innlit í ymiskar vinnugreinar og í vinnu sum heild fara at skriva sergreinar. Vit fara soleiðis at heita á fólk um at skriva. Harumframt verður pláss fyri ymiskum meiningum um viðurskiftini.
Hann endurtók, at Vinnan ætlandi skal raka breitt, sum
hann tók til, og málið er eisini at røkka víða um landið geografiskt og víða um í ymiskum vinnugreinum.
Álítandi tíðindi
Meðan Páll Isholm hevði sína framløgu, tók eisini orðaskifti seg upp um eitt nú fíggjarligar greiningar av feløgum, sum reka vinnu.
Her vísti Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á, hvussu umráðandi er, at slíkar greiningar eru rættar og eftirfarandi, um blaðið kemur at hava slíkar við.
- Eg havi lisið greiningar, sum eru prentaðar, har lítið høpi er í, og tá geva tær onga sum helst meining, segði hann.
Páll segði, at um blaðið fer at hava greiningar, er sjálvandi ógvuliga umráðandi, at hesar fyri tað fyrsta eru viðkomandi og eftirfarandi.
Ymiskir spurningar komu til umrøðu, meðan komandi blaðstjórin hevði sína framløgu, og eitt nú vísti Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari á, hvussu undarligur samanhangurin kann vera í eitt nú okkara fiskiskipaflota.
Fyrrverandi reiðarin segði, at meðan fiskiflotin samanlagt hevur eitt stórt hall í 2008, hava fiskiloyvini hjá hesum sama flota eftir øllum at døma eitt virði av fleiri hundrað miljónum krónum.
- Hvussu hongur hetta saman? spurdi Olaf Olsen.
Vinnulívsfólk, sum vóru komin saman til vinnutingið hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, tóktust rímiliga samd um, at tørvur er á einum blað, sum í størri mun og meira ítøkiliga viðger føroyska vinnu.
Áhugavert tilfar
Høgni Rasmussen, stjóri á Sansir, ið sum nevnt verður útgevari av Vinnu, segði seg hava sæð ymiskt av tí tilfari, sum verður í hesum fyrsta blaðnum, og hann segði seg onga løtu ivast í, at hetta verður eitt fjølbroytt og áhugavert blað – og ein spennandi roynd í føroyska blaðheiminum.