– Eg havi snakkað við advokat, og eg fari at snakka við politiið í dag.
Soleiðis sigur Ebbi Asgeirsson, sum er maðurin, ið hevur innflutt 50 elrikin rennihjól, sum politiið nú hevur tikið. Argumentið er, at tey eru ólóglig, tí tey eru at samanlíkna við breytmotorsúkklur.
– Vit vænta, at hesin trupulleikin endar skjótt, sigur Ebbi Asgeirsson.
Hann ætlar sær ikki at gevast, og tað hevur hann eisini sagt fyrr.
– Vit gevast ikki, tí hetta er ikki breytmotorsúkkla og er akkurat tað sama sum ein súkkla við battaríi. Tey eru flutt inn lógliga tvær ferðir, og vit hava goldið toll og meiravirðisgjald, sigur hann.
– Hetta var ein super byrjan við meira enn 230 túrum upp á ein dag. Vit vilja vera vinir við øll og eisini politiið. Tað er bara skeivt, at hetta er breytmotorsúkkla. Nógv fólk hava skrivað til mín og vilja fáa Hopp aftur til at brúka, sigur Ebbi Asgeirsson.
LES EISINI: Løgreglan: Hetta er ólógligt í Føroyum