Tvær av teimum mongu trúføstu fjepparunum hjá EB/Streymi eru avgjørdar um, at teirra lið fór at strúka avstað við sigrinum í dag ?Vit vinna ið hvussu so er 4-0,? sigur Birna Álaberg úr Hvalvík flennandi.
?Nei, eg vænti meira ein javnan dyst. Men vit fara tó at vinna til síðst,? sigur Mirjam Zachariasen av Streymnesi, sum er farin norð til Klaksvíkar saman við dótrini Lý.
?Klokkan 16 møttust vit eini 200 fjepparar uppi í Klub700, har vit hava hitað upp til dystin. Stemningurin var í topp, har vit hava sungið, málað, floytað o.s.fr.,? sigur Birna.
?Vit eru til hvønn dyst hjá EB/Streymi ? í viðgongd og mótgongd. Sjálvt tá teir fara út á bygd at spæla, so eru vit við,? sigur Mirjam.
?Ein sigur í dag hevur í løtuni alt at siga. Landskappingin hevur ikki ordiliga gingið eftir vild, so vit mugu dúva upp á steypakappingina,? sigur Birna.