Vit vita ikki hvussu Atlantsflog sær út eftir korona

Vit fylgja væl við men vænta ikki at sleppa ígongd aftur enn, sigur nevndarformaðurin

– Tað er heilt ógjørligt at siga, hvussu støðan hjá okkum verður, tá ið korona-kreppan er av.

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi.

Sum heild er flogvinnan við at bløða út, tí saman við ferðavinnuni annars, er hon tann vinnan, sum er harðast rakt av korona-kreppuni. Og aðrastaðni hava flogfeløg boðað frá hópuppsagnum og at rutur verða strikaðar.

Men Niels Mortensen sigur, at tey fáa ikki gjørt annað enn at fylgja við støðuni – og hon broytist alla tíðina. Og tí vita tey heldur ikki, hvussu Atlantsflog sær út tá ið koronakreppan er av.

Tískil er tað ein stórur spurningur, nær flogvinnan fær loft undir veingirnar aftur. Fyri tað fyrsta veit eingin, hvussu leingi kreppan varar og tað er heldur eingin sum veit, hvussu fólk fara at tora at ferðast aftur.

– Bæði SAS og onnur feløg meta, at tað verður ikki fyrr enn um tvey ár, at flogvinnan er komin fyri seg aftur av álvara og tað er ein góð ábending um, hvussu gongdin fer at vera.

Niels Mortensen sigur, at tey halda seg til tilmælini frá myndugleikunum og sostatt eru bara trý flogfør ímillum Føroyar og umheimin um vikuna, har tað vóru 30 áðrenn kreppan rakti.

Í morgin fer løgmaður at kunngera, hvussu samfelagið skal latast meiri upp, men Niels Mortensen væntar avgjørt ikki, at nøkur tilmælið verða um ferðasambandið út í heim í hesum sambandi.

Hann sigur, at nógv starvsfólk hjá Atlantsflogi eru í hjálparpakkanum, men hann fer úr gildið 30. juni, og hvussu verður eftir tað, er tað eingin sum veit.