- Men tað var saman við Óla Jákup Kristoffersen, har hann greiddi frá, hvar vit kundu rokna við at verða spurdir, segði Jógvan Jespersen fyrrapartin.
Rættarmálið millum Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag heldur fram seinnapartin, tá Óli Jacobsen er avhoyrdur.
Fyrrapartin var formaðurin í Felagnum Nótaskip, Jógvan Jespersen, avhoyrdur. Hann greiddi frá einum gerðarættarmálið, ið snúði seg um eina uppboðssølu av makreli á 20.000 tons.
Málið snýr seg í stuttum um, hvørt tað var loyvt reiðarum at draga keypsprísin fyri makrelin frá óbýttum.
Jógvan Jespersen greiddi frá, at hann fyrst leitaði í skrivligum keldum og fann fram til, at vendingin er komin inn í sáttmálan í 1980. Hann setti seg í samband við táverandi semingsmann, sum tó ikki kundi hjálpa meira.
Síðani setti hann seg isamband við Olaf Olsen og hann kundi siga, at hetta var komið við í sáttmálan í sambandi við at føroysk skip keyptu kvotur í Kanada.
Harnæst setti Jógvan Jespersen seg í samband við Óla Jacobsen, og hansara meting var, at keypsprísurin kundi dragast frá óbýttum.
Jógvan Jespersen var bert á einum fundi saman við Óla Jacobsen, og tað var á skrivstovuni hjá Óla Jákup Kristoffersen, har hann greidditeimum báðum frá, hvat teir kundu rokna við, at verða spurdir um.
Páll Nielsen, sakførarihjá Fiskimannafelagnum, vísti á, at teir gjørdu greitt, at keypspeningurin ikki kundi dragast frá óbýttum.
Hann greiddi siðani frá ymsu manningarbýtunum millum ymsu skipasløgini, og Jógvan Jespersen upplýsti, at hjá nótabátunum kann oljan ikki dragast frá, og tí eru manningarhýrurnar lægri, enn hjá trolarum, sum tí kunnu hava hægri býtingsprosent.
Jógvan Jespersen upplýsti annars, at hann ikki hevði biðið Óla Jacobsen gjørt nakra útrokning av nøkrum slag.