- Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin

Hvønn dag er ymiskt forvitnisligt á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, har pensjónistar koma saman. Hesa vikuna hava tey sýnt fram lutir tey hava virkað til arbeiðið hjá Móðir Teresu í India.

Heimskenda nunnan Móðir Teresa, ið hevur fingið Nobelfriðarlønina, andaðist fyri hálvum øðrum ári síðani, men arbeiðið hon setti í gongd í fátæksliga India heldur fram. Og føroyingar eru eisini við til at stuðla hesum stóra arbeiði. Brúkararnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn hava alla hesa vikuna sýnt fram klæðir og teppir, sum tey hava bundið til felagsskapin hjá Móðir Teresu.

- At vera við til at stuðla hjálpararbeiðinum í India hava tey sjálv tikið stig til. Vit fáa eisini sendandi klæði og teppi frá kvinnum aðra staðni í Føroyum og tað er eitt ótrúliga stórt arbeiði hesar kvinnur gera, sigur Vanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum.

Hugskotið at stuðla arbeiðinum hjá Móðir Teresu og øðrum nunnum í India er ikki nýtt. Tað var Maria Risegaard Jacobsen, sum tók stig til hetta í 1974 á Stidsholt Ungdómsskúla í Danmark. Arbeiðið í India verður stuðlað á tann hátt, at kvinnur sita og binda klæðir og teppir til tey fátækastu í India, og í dag eru fimm slíkir bindideplar í Danmark.

Hetta er fyrstu ferð brúkararnir í Tilhaldinum lata til arbeiðið í India.

- Kvinnurnar binda eftir ávísari uppskrift, tí børnini í India eru so lítil, sigur Vanja Petersen.

Í næstu viku verða klæðini og teppini pakkað niður. Allir lutirnir verða pressaðir saman í vakum, soleiðis at teir fylla sum minst, og síðani koyrdir í bingjur, sum verða sendar av stað til Calcutta.

Í India verða lutirnir býttir út til tey, ið hava størstan tørv og ein fittur partur verður brúktur á barnaheimunum hjá Móðir Teresu.


Eingin limaskapur

Á Grækarismessu er tað eitt ár síðani Tilhaldið í Tórsgøtu læt upp á fyrsta sinni, og undirtøkan hevur verið sera stór. Opið er hvønn gerandisdag.

- Vit hava havt 7.800 vitjanir síðani Tilhaldið lat upp, so tørvurin at koma saman á henda hátt má metast stórur. Eins nógvir menn og kvinnur hittast í Tilhaldinum, sigur Vanja Petersen.

Tilhaldið er opið hvønn dag frá kl. 10 á morgni til kl. 17.00 seinnapart. Mánadag eru ítriv á skránni. Týsdagur er frásøgudagur, tá kemur antin ein úti frá at siga frá einum og hvørjum ella ein av brúkarunum sigur frá. Mikudag er skipað undirvísing í matgerð. Hósdagur er fimleikur á skránni um morgunin og seinnapart er telduundivísing. Fríggjadag er opið hús. Umframt hesa skránna er av og á annað á skránni. Pensjónistar, sum hava verið á skeið á Føroya Fólkaháskúla hava vitjað í Tilhaldinum, og sjónleikarar hava vitjað, spælt og lisið upp. Skeið hevur verið í at karða og í hesum mánaðinum er skeið í tøving.

Limaskapur krevst ikki til at møta upp í Tilhaldinum. Øll eru vælkomin og einum nýtist ikki at taka av tilboðunum, sum verða boðin brúkarunum í Tilhaldinum.

- Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum til tey, ið ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg vælkomin, sigur Vanja Petersen.