Vita ikki, hvør órógvaði flogfarið hjá Atlantsflogi

Tað var eitt ótal av lasarastrálum yvir Havnini, hetta kvøldið, flogskipararnir hjá Atlantsflogi vórðu órógvaðir


Løgreglan kannar enn, hvør tað mundi vera, sum órogvaði eitt flogfar hjá Atlantsflogi við eini lasarastrálu mikukvøldið.
Mikukvøldið var streymslit um alt meginøkið og at høvi nýttu nógv fólk í at fara út at lýsa við lasarapennum, tí í bølamyrkrið sást strálan serliga væl.

 

Men um sama mundi var eitt flogfar hjá Atlantsflogi yvir Havnini, á veg vestur í Vágar, og hóast lasarastrálurinar ikki raktu sjálvt stýrhúsið á flogfarinum, føldu  flogskipararnir seg so mikið órógvaðar av strálunum, at tilburðurin varð meldaður til løgregluna.

 

Les eisini: Flogfar uppi yvir Havnini órógvað av lasara

 

Síðani hevur løgreglan kannað málið.

Tey siga, at tey hava fingið nógvar fráboðanir um lasarasljós, men at tað er ringt at taka dagar ímillum, tí tað var um alla Havnina, at fólk gingu og lýstu við lasarapennum.

Løgreglan hevur eisini avhoyrt fleiri fólk, men tað hevur ikki ført tey nærri eini loysn.

 

Men løgreglan hevur ikki slept málinum enn, tí nøkurfólk eru eftir, sum skulu avhoyrast.

Løgreglan sigur, at tað er ikki sagt, at tey, sum lýstu við lasarastrálum hetta kvøldið, høvdu í hyggju at gera fortreð, ella at ætlanin var at órógva flogfarið.

 

Men tey nýta kortini høvi at minna á, at tað kann vera ógvusliga hættisligt, tí strálan er sterk og rakar hon ein flogskipara, kann hann blindast eina góða løtu, og tað er ikki lukkuligt.