Á hvørjum ári nýta alheimsfelagsskapurin fyri sjálvmorðsfyribyrging (IASP) og Alheims Heilsustovnurin (WHO) 10. september til at varpa ljós á sjálvmorð, sum er ein av størstu orsøkunum til deyða, sum kemur ov tíðliga og óneyðuga.
Í ár er yvirskriftin: Vitan gevur vón, og verður dentur lagdur á, hvussu nýggj vitan og gransking kann gerast til praktisk átøk, sum kunnu avmarka sjálvmorðsatferð og bjarga lívum.
Tey, sum eftir sita
Á tiltakinum í ár fer danski journalisturin Inger Anneberg at greiða frá um støðuna hjá teimum, sum sita eftir, tá onkur hevur tikið lívið av sær. Hetta evnið var eisini frammi í fjør, tí hildið verður, at tað í alt ov lítlan mun verður veitt hjálp til teirra, sum sita eftir, og sum kenna, hvussu svárt tað er, tá onkur av teirra kæru hevur endað lívið á hendan hátt. Inger Anneberg hevur arbeitt nógv við hesum evninum og gav fyri fáum árum síðani úr bókini Sorgen ved selvmord, sum viðgerð hetta evni, og hevur bókin fingið stak góð ummæli og stóra útbreiðslu. Eisini hevur hon verið við til at gera nakrar undirvísingarfilmir um evnið og tveir av hesum vóru sýndir á tiltakinum her í fjør.
Fokus á menn
Inger Anneberg fer at greiða frá um støðuna hjá avvarðandi til menn, sum hava gjørt sjálvmorð. Tað er nevniliga soleiðis, at bólkurin av miðaldrandi monnum er væl umboðaður millum tey, sum taka lívið av sær, og hesin bólkurin er sermerktur á ymsan hátt.
Um sorg og átøk
Á sjálvmorðsfyribyrgingardegnum luttaka eisini Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, sum fer at tosa um tað at koma ígjøgnum sorgina og Tormóður Stórá, sálarlækni, fer at greiða frá ymsum granskingarroyndum um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at fyribyrgja sjálvmorð.
Eisini verður høvi til at síggja ein av filmunum, sum Inger Anneberg hevur gjørt um tey, sum sita eftir, og høvi verður at seta spurningar til hana og hinar luttakararnar.
Alheimsdagurin fyri sjálvmorðsfyribyrging verður fysiskipaður av einum áhugabólki saman við Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tiltakið verður í Miðlahúsinum sunnudagin 10. september kl. 15 og er alment og ókeypis.