- Privatu og almennu arbeiðsplássini her heima mugu fáa eyga á stóra potentialið, sum fylgir við vælútbúnum starvsfólkum, sigur Eva Skeel Nolsøe, sum saman við familjuni ivast í at flyta heim.
Óstøðug politisk viðurskifti í Føroyum eru ein forðing fyri, at útbúnir føroyingar vilja venda heimaftur, heldur Eva Skeel Nolsøe.
Hon heldur eisini avgjørt, at heimafturkomnir útisetar eiga at sleppa upp í ALS, meðan teir leita sær eftir arbeiði.
- At fáa vælútbúnar føroyingar heimaftur hevur eina munandi synergieffekt við sær, tí fólk við hægri útbúgvingum skapa arbeiðspláss rundan um seg, sigur Eva Skeel Nolsøe.
Eva Skeel Nolsøe fyrireikar seg at taka um endan á síni útbúgving til cand.merc.psyk á CBS (Copenhagen Business School) í Keypmannahavn. Í tí sambandinum var hon á Jobmatch og hevði samrøðu við Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum um møguleikarnar at gera sína serritgerð í samstarvi við depilin.
Eva Skeel Nolsøe hevur áður verið forkvinna og situr nú í nevndini í Samvinnu, sum er felagið hjá føroyingunum, ið lesa á CBS. Felagið telur umleið 140 limir.
- Tað er ongin ivi um, at tørvur er á fólki við vitanartungum útbúgvingum í Føroyum. Trupulleikin er ofta, at bæði tey, ið hava útbúgvingarnar, og arbeiðsplássini, halda seg aftur. Tey fyrru, tí tey síggja onki útboð, og tey seinnu, tí tey halda seg ikki vera nóg stór til at hava tørv á eitt nú akademikarum, sigur Eva Skeel Nolsøe.
Men tað er ikki bert ein spurningur um sjálv arbeiðsplássini. Álvarsamar forðingar eru í føroyska samfelagnum, sum fáa nógvar útisetar at aftra seg fyri at flyta heimaftur, vísir Eva Skeel Nolsøe á.
Eitt nú eru óstøðugu politisku viðurskiftini í Føroyum ein góð grund hjá nógvum fyri at bíða við at keypa ferðaseðilin heim, heldur Eva Skeel Nolsøe.
- Í Føroyum verða kollveltandi politiskar avgerðir tiknar og framdar í verki næstan frá degi til dags. Skattareformurin og nú pensjónrformurin eru dømi um tað. Eg skilji als ikki, at tað ber til at gera so stórar broytingar upp á so stutta tíð. Tað er ræðandi. Og líka ræðandi er tað at hoyra andstøðuna siga, at tey vilja broyta alt aftur beinanvegin, tá tey fáa valdið, sigur Eva Skeel Nolsøe og heldur fram:
- Tað er klárt, at man hugsar seg tvær ferðir um, áðrenn man flytir heim, tá viðurskiftini eru soleiðis. Allar fortreytirnar, sum eru galdandi, tá avgerðin verður tikin, kunnu jú verða fullkomiliga broyttar, tá man er komin heim ella stutt eftir, sigur Eva Skeel Nolsøe.
Les stórt tema um útbúgving og fólkavøkstur í Sosialinum. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.