Tað eru 10 dagar til kongshjúnini koma á fyrstu vitjan í sína í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni 14. januar í ár.
Almenna vitjanin er í døgunum 12. til 14. juni, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
Ætlanin er, at tey skulu vitja í Havn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Her er ætlanin, at tey skulu royna føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri.
Men nú eingin loysn er á verkfallinum, so er sannlíkt, at vitjanin verður avlýst.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið í dag, at tey fylgja gongdini við verkfallinum, men er einki hent við verkfallinum miðskeiðis í komandi viku, verður vitjanin av ongum á hesum sinni.