Vitni greiða frá kynsligum harðskapi undir Hamas-álopi

Frágreiðingar, sum nú koma fram vísa, at hernaðarligi palestinski hólkurin Hamas framdi kynsligan harðskap ímóti kinnum undir álopinum á Ísrael 7. oktober.

 

BBC hevur sæð og hoyrt vitnisfrágreiðingar um dømi um neyðtøku, kynsligan harðskap og kvinnur eru løstaðar.

Millum annað hevur miðilin tosað við fólk, sum hava verið við til at savan saman og eyðmerkja líkini av dripnu fólkunum á tónleikafestivalinum Nova nærindis Gazageiranum.

Ísraelska løgreglan hevur sambært BBC víst journalistum eina video av einum eygnavitni frá festivalinum, sum beinleiðis hevur greitt frá um hópneyðtøku, at fólk eru meiðslað og eitt offur, sum varð avrættað.

/ritzau/