Vitni:Løgreglan legði orð í munnin

Tað næsta vitnið í stóra rúsevnismálinum vildi ikki standa við alt tað, sum stóð í politirapportini, sum hann annars hevði skrivað undir uppá

NARKO

Tað næsta vitni, sum ákæruvaldið hevði kallað inn hósdagin, vildi ikki standa við orðini í eini politirapport, sum hann sjálvur hevði skrivað undir. Hesin maðurin er ikki ákærdur í sambandi við narkomálið.
Hann varð innkallaður í sambandi við eina av ákærunum, ið snúði seg um smugling av hassji, sum var goymt í nøkrum teldubløðum. Hesi bløðini vóru vakumpakkað, og hassjið var goymt í útholaðu bløðunum. Tann ákærdi er ákærdur fyri at hava staðið fyri hesi smuglingini. Talan er um 370 gramm av hassji í fleiri pakkum.
Vitnið váttaði, at hann hevði latið 2.000 krónur til smuglingina, og at hann fekk burturav, so hvørt pakkarnir komu til Føroyar. Hassjið kostaði bara 60 krónur fyri grammið, greiddi vitnið frá.
Hann vildi tó ikki seta tann ákærda í samband við hesa smuglingina, hóast hann í politirapportum, er siteraður fyri at siga, at ein av vinmonnum hansara, sum eisini er skuldsettur, lat tí ákærda pening fyri hesar pakkarnar.
Hesi orðini vildi hann tó ikki standa við, og hann segði, at løgreglan hevði lagt honum orð í munnin, og at hann hevði verið undir trýsti frá løgregluni. Harumframt setti løgreglan honum leiðandi spurningar sambært vitninum.