Vodafone - nýggjur leiðari á virkisrøktini

Í sambandi við at leiðarin á virkisrøktini hjá Vodafone, Oddur Rasmussen, hevur avgjørt at fara undir hægri útbúgving á sumri 2010, er nýggjur leiðari settur í hetta starv. Nýggi leiðarin er Birgir Nielsen.

Birgir er 43 ára gamal. Hann er útbúgvin Cand Merc, umframt at hann hevur banka- og leiðsluútbúgving. Hann er havnamaður, giftur og eigur ein son.


Birgir kemur úr einum starvi sum umsitingarleiðari hjá Selmar Nielsen Arkitektar. Frammanundan hevur Birgir starvast 13½ ár í Eik, har hann seinastu árini var vinnulívsleiðari í Havn og frammanundan hesum vinnuráðgevi í Eik. Birgir hevur harumframt lært og arbeitt í Føroya Banka í trý ár.


Birgir byrjar í starvinum sum leiðari á virkisrøktini hjá Vodafone 1. februar 2010.