Okkurt nýtt má henda á skíggjanum, um fólk skulu varðveita sín áhuga fyri talentkappingum, heldur lærari í tónleiki.
Tað er nærliggjandi at halda, at hyggjarar eru troyttir av talent kappingum, sum hava dominerað sjónvarpsskíggjan seinastu mongu árini.
Men sangkappingar eru als ikki ein farin tíð enn tær skulu einans broytast, heldur lærarin í tónleiki og event, Fabian Holt. Hann sigur við eb.dk, at nýggja sendingin hjá TV2, Voice, er eitt stig á rættari leið, tó sendingin ikki er tað nýggja X-Factor.
Sambært honum er áhugin fyri amatør mentan dalandi, og tí fer X-Factor eisini at uppliva, at áhugin fyri kappingini minkar í komandi árið.
Ístaðin fara sendingar, sum varpað ljós á professionellar tónleikarar at vinna fram. Lærarin heldur, at tað í framtíðini skal snúgva seg um tónleikin, og ikki um hvørt luttakararnir fara at gerast stjørnur ella ikki. Hann sigur við eb.dk, at hyggjararnir hava enn ikki upplivað, at ein verulig stjørna kemur burturúr einari talentkapping.