Volvo City Safety

Volvo Cars eru millum teir fremstu við aktivum trygdarskipanum, sum hjálpa bilføraranum við at umgangast skaðar. Tann nýggjasta er ”City Safety”, ið kemur á marknaðin einaferð í 2007

Næsta ár koma Volvo Cars við eini skipan, sum viðvirkar til at umgangast samanstoytir við lítlari ferð, sum t.d. undir býarkoyring, tá bilar standa í longum røðum, og ferðslan gongur spakuliga.
Um bilurin framman fyri knappliga steðgar, og ”City Safety” metir, at møguleiki er fyri samanstoyti, fyrireiker skipanin bremsurnar, soleiðis at tær bremsa í sama eygnabragdi bremsupedalin verður aktiverað. Metir skipanin har afturímóti at samanstoyturin er óumgongiligur, bremsar bilurin av sær sjálvum.
Volvo Cars vænta at ”City Safety” verður til fyrimun fyri allar partar, bæði hjá teimum sum hava skipanina og hjá øðrum í ferðsluni, sum t.d. hjá teimum sum koyra framman fyri ein bil við hesi skipan, har møguleikin fyri buglum og ”whiplash-skaðum” verður munandi minni.
”City Safety” er optisk radarskipan, ið situr í forrútinum í somu hædd sum bakkspeglið, og ansar eftir ferðsluni framman fyri bilin.
Skipanin registrerar akfør sum eru upp til seks metrar framman fyri bilin.