Volvo heiðraður í Onglandi

Volvo S40 DRIVe er kosin ?Green Car of the Year 2009? av enska bilblaðnum ?What Car??. Í grundgevingunum fyri at geva bilinum hendan heiðurin sigur dómsnevndin, at lága CO2 útlátið upp á einans 104 gram pr. kilometur og tað at hann koyrir 25,6 km/litur er sera flott fyri ein bil í hesi støddini.

What Car? er størsta brúkaraorienteraða bilblað í Stórabretlandi, og verður nógv lisið av teimum sum ætla at keypa sær bil.

Heiðurslønin varð latin av borgarstjóranum í London, Boris Johnson, á einum hátíðarhaldi á ráðhúsinum í enska høvuðsstaðnum.

Heiðurslønin Green Car of the Year verður latin eina ferð um árið.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum