Von der Leyen: ES eigur at vera fyrireikað upp á kríggj

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at ES eigur at vera fyrireikað uppá, at tað kann koma kríggj

– Vandin er ikki hóttandi. Men tað er ikki ómøguligt, segði hon í dag.

Forkvinnan í ES nevnini, Ursula von der Leyen, sigur, at ES skal tvífalda framleiðsluna av lóðri og »framleiða meira enn tvær milliónir artillerígranatir árliga innan árslok í 2025«. (Arkivfoto) - Foto: Alina Smutko/Reuters

Í røðu fyri Evropatinginum um tørvin fyri einum broyttum verjupolitikki í ES segði hon, at ES londini mugu í gongd við at endurbyggja og nútímansgera verju sína við fleiri veitingum.

Hon upplýsti, at ES londini fyri árslok í 2025 skulu tvífalda framleiðsluna av lóðri.

Harumframt boðaði nevndarforkvinnan frá, at ES nevndin í komandi vikuni fer at leggja fram eina nýggja evropiska ídnaðarliga verjuætlan.

/ritzau/Reuters