Von der Leyen: – Putin skal til samráðingarborðið

- Ein tryggur og varandi friður skal tryggjast í Ukraina - og við álítandi trygdarváttanum, sigur ES-nevndarforkvinnan

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, krevur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kemur til samráðingar um kríggið í Ukraina.

 

Hetta veit AFP-tíðindastovan at siga í dag.

 

- Putin skal til samráðingarborðið. Ein tryggur og varandi friður skal tryggjast í Ukraina - og við álítandi trygdarváttanum.

 

Hetta skrivar ES-nevndaraforkvinnnan, Ursula von der Leyen, á X, fyrrverandi Twitter.

 

Lagt verður aftrat, at Ursula von der Leyen hevur havt samrøður við ukrainska forsetan, og amerikanska forsetan, Donald Trump.

 

Í nátt framdi Russland umfatandi og hørð álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, har í minsta lagi 17 fólk lótu lív, og mong vórðu særd.

 

Eisini varð ein ES-bygningur í Kyiv raktur í álopinum.