Vónbjørt Vang heiðrað í Havn

Í morgun var lítið hátíðarhald á Býarbókasavninum í Havan í sambandi við, at byarbókavørðurin í Havn, Vónbjørt Vang, hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar eisini Vónbjørt eina heilsan:

 

"Góða Vónbjørt

 

Sum kommuna eru vit ómetaliga fegin og errin um at hava ein bókasavnsstjóra, sum nú hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Tú er klaksvíkingur, og tú býr í Eysturoynni, men tá tú er stjóri á Býarbókasavinum og er í starvi hjá kommununi, so halda vit okkum eisini eiga eitt lítið petti av tær!

 

At vinna ein so stóran heiður krevur sjálvandi framúr góð skaldslig evni, men tað krevur so nógv meir enn tað. Tað krevur eisini eitt dirvi, sum tú í ríkt mát hevur víst við at geva “Svørt Orkidé” út.

 

Við at gera tað hevur tú givið tað innasta av tær sjálvari. Tann húðleysa erligheitin er við til at lyfta “Svørt Orkidé” upp á eitt heilt annað støði.

 

Nú hevur tú tína dagligu gongd á bókasavninum. Eitt bókasavn kann lata ein heilt nýggjan heim upp fyri fólki, men at lata seg sjálva upp og loyva øðrum inn í sín egna heim er ein heilt onnur søga – ein søga, sum tú hevur valt at fortelja, og vit kunnu øll vera fegin og takksom um, at tú hevur tað dirvið.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##