Forkvinnan í NSÍ, Kinna Fritsdóttir Olsen, er vónbrotin av at Heðin Askham ikki heldur fram í felagnum, men hevur bara gott at bera samstarvinum við nú fyrrverandi venjaran.
- Vit eru vónbrotin av at samstarvið ikki heldur fram. Vit hava práta saman seinastu tíðina um at leingja samstarvið. Vit hava verið ótrúliga fegin um samstarvið við Heðin og báðir partar hava yvirhildið allar avtalur, sigur Kinna F. Olsen.
Heðin Askham varð í summar settur sum venajri hjá NSÍ, tá Ábraham Løkin mynstraði av. Avtalan var fyri júst farna kappingarár, men Heðin hevur á in.fo boða frá, at hann fyrst og fremst fór at tosa við NSÍ til komandi kappingarár. Nú skal NSÍ út at finna sær ein nýggjan venjara.
- Vit fingu boðini í gjár, so vit skulu líka hava nakrar dagar at hugsa okkum um. Vit leita í heimliga umhvørvinum, sigur Kinna F. Olsen at enda.
Heðin Askham segði stutt fyri kappingarenda, at hann var í samráðingum við NSÍ um at leingja samstarvið, men at hann fyrst mátti fáa nøkur arbeiðisviðurskiftið upp á pláss fyst. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, segði so seint sum leygardagin, at HB ikki fór at viðgera venjaraspurningin fyrr enn í komanid viku.