Vónin er at koma í finaluna

– Eg fari at minnast aftur á leygarkvøldið sum ein av stuttligastu upplivingunum í lívi mínum, sig­ur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, sum skal umboða Danmark í Eurovision

Tað sigur hon í samrøðu við Sosialin hesaferð:

 

Leygarkvøldið vann Sissal (Jóhanna Norðberg Niclasen) danska melodi grand prixið við sanginum “Hallucination”. Tað vil siga, at hon skal umboða Danmark í evropeisku sangkappingini Eurovision, sum verður í mai mánað.

 

Tað var ein ovurfegin Sissal, sum vit sóu á skerminum, tá vertirnir avdúkaðu vinnaran.

 

– Eg havi tað so vanvittigt beint nu, segði hon og takkaði øllum sínum kæru.

 

Vit hava fingið orðið á føroysku grandprix stjørnuna nú nakrar dagar aftaná stóra brakið.

 

Hvussu fert tú at minnast aftur á leygarkvøldið?

 

– Eg fari at minnast aftur á leygarkvøldið sum ein av stuttligastu upplivingunum í mínum lívi. Tað er ikki bara leygarkvøldið. Eisini bara øll processin upp til. Eg havi havt úr at gera, og tað hevur verið ræðuliga spennandi, sigur hon í samrøðu við Sosialin.

 

– Hetta er jú nakað, teir flestu tónleikararnir ynskja sær í sínum lívi. At standa framman fyri einari stórari fjøld og syngja, og at onnur lofta tínum tónleiki og lurta, sigur hon.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo