Voxbotn Allstars aftur í ár

Voxbotn Allstars fara aftur í ár at fáa fjøldina at syngja við

Aftur í ár eru Voxbotn Allstars á skránni á Okkara Voxbotn. Okkara størstu kanónir syngja síni størstu hitt, og alt Voxbotn syngur við. Uppliv Torkil Johannesen, Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Anfinn Nielsen, Jóan Jakku Guttesen og sjálvan Shaky frá Dynamint við sínum størstu landaplágum. Tað verður ikki nógv hugnaligari enn tað. 

 

Voxbotn Allstars orkestrið er ein perlurøð av stjørnum seinastu 40 árini við Kim Hansen á klaver, Ólavur Øster á gittar, Pauli Magnussen á bassi og rútmukongurin James Olsen á trummum.

 

- Vakrasta løtan á Voxbotn í fjør var løtan, tá Voxbotn Allstars góvu okkum eina ferð gjøgnum føroyska sangskattin sungna av teimum, ið upprunaliga sungu sangirnar. Tí var slett ongantíð ivi um, at vit aftur í ár skuldu hava Voxbotn Allstars, sigur Rúni Djurhuus fyriskipari avgjørdur.

 

Hann vísir á, at Voxbotn Allstars var fyrsta navnið á skránni í ár, og nakað, sum hann persónliga gleðir seg nógv til.

 

- Vit hava sjálvandi skift nøkur av nøvnunum út í Voxbotn Allstars, og onkur, sum ikki kundi í fjør, er so komin á skránna í ár, sigur Rúni Djurhuus.

 

Onnur nøvn, ið verða á Voxbotn í ár eru danski rapparin L.O.C, norski bólkurin Return, Killer Queeen, umframt føroysky Swangah, Byrta, Laila av Reyni og onnur. 

Fyriskipararnir minna fólk á, at í fjør var útselt og at teir vænta nógv fólk aftur í ár. Atgongumerki eru at fáa á Kunningarstovuni í Havn, Vodafone-handlunum um landið og á ebillett.fo.