FIFA hevur kunngjørt HM-liðið fyri HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada.
Burtursæð frá kapverdiska málverjan, Vozinha og norska áleyparan, Erling Braut Haaland, so eru tað bert leikarar hjá fýra teimum fremstu liðunum í HM-endaspælinum, Spania, Argentina, Ongland og Frakland, ið manna liðið.
Fyri Vozinha og Kap Verde má tað kennast sum ein framúr stórur heiður, at 40 ára gamli málverjin er millum teir kosnu hjá FIFA, ið hevur biðið fjepparar kring heimin um at atkvøða fyri hvønn tey vildu hava á HM-liðið.
HM-liðið (4-3-3):
Málverji: Vozinha (Kap Verde)
Verja: Pedro Porro (Spania), Lisandro Martínez (Argentina), Dayot Upamecano (Frakand), Marc Cucurella (Spania)
Miðja: Michael Olise (Frakland), Rodri (Spania), Jude Bellingham (Ongland)
Álop: Lionel Messi (Argentina), Erling Braut Haaland (Noreg), Kylian Mbappé (Frakland)










