John Johannessen
Tjóðveldisflokkurin hevur brotið avtaluna, um at eingin nýggjur landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum skuldi setast, fyrr enn kaningarstjórin var liðugur at kanna embætisførsluna hjá Signari á Brúnni.Hetta staðfestir Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður, nú tað er greitt, at Tórbjørn Jacobsen fyrsta dagin verður settur sum nýggjur landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum.
Signar á Brúnni vísir á, at tað varð avtalað í Tjóðveldisflokkinum og í landsstýrinum, at hann skuldi fara á síðulinjuna, meðan málið varð kannað. Men tá kanningin var liðug, skuldi hann koma aftur í landsstýrissessin. Hesa avtalu metir Signar á Brúnni nú, saman við fleiri øðrum avtalum, vera brotna.
Kanningin drigin út
Signar á Brúnni sigur grundgevingina frá Tjóðveldisflokkinum fyri at seta nýggja landsstýrismann nú vera, at tað er vorðið ov tungt hjá flokkinum at umsita trý stýri við tveimum landsstýrismonnum í so drúgva tíð.
Upprunaliga var ætlanin nevniliga, at kanningarstjórin skuldi vera liðugur 30. juni, og skuldi Signar á Brúnni tá taka við aftur landsstýrissessinum, varð hann reinsaður.
Signar á Brúnni sigur seg væl duga at skilja, at tað í longdini ikki ber til at Høgni Hoydal skal halda fram at umsita undirvísingar- og mentamál afturat sínum egnu málsøkjum. Men hann heldur tað kortini vera eitt sindur løgi, at nýggi landsstýrismaðurin verður settur nú tað er greitt, at kanningarstjórin er liðugur at kanna embætisførslu hansara beint eftir ólavsøku.
Kennir seg offraðan
? Eg eri ógvuliga harmur um alla gongdina í hesum málinum, og eg kenni tað, sum eg eri offraður, sigur Signar á Brúnni.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin vísir á, at grannskoðarafrágreiðingin, sum sáddi iva um embætisførslu hansara, eisini vísti á skeivleikar í embætisførsluni hjá øðrum landsstýrismonnum, men at einki varð gjørt við hetta.
? Eg skilji ikki, at tað bert verður skotið út í flokkin, soleiðis, at bert ein verður raktur, sigur Signar á Brúnni.
Viðgjørt út í æsir
Signar á Brúnni vísir enn einaferð á, at áðrenn hann tók avgerðina um at veita sjónvarpinum pening uttan heimild frá løgtinginum, varð avgerðin viðgjørd út í æsir bæði millum embætisfólk í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og millum embætisfólk hjá Fíggjarmálastýrinum.
Eisini vísir Signar á Brúnni á, at landsstýrið alla tíðina væl og virðiliga varð kunnað um, hvat fór fram.
? Alt landsstýrið var samt í hesum máli. Eingin setti fingurin á nakað, eg gjørdi, sigur Signar á Brúnni.
-Fyrrverandi landsstýrismaðurin leggur afturat, at tað á einum av hesum landsstýrisfundunum varð sagt, at um tað skuldi hent, at avgerðin fór at fáa avleiðingar fyri Signar, átti hon at fáa avleiðingar fyri alt landsstýrið.
Tá so málið hevði fingið avleiðingar fyri Signar á Brúnni, hevði løgmaður sagt, at soleiðis sum hann skilti málið, var talan um »storm i et vandglas«.
Men kortini kom tað so langt, at Signar á Brúnni noyddist at fara frá av sínum eintingum, meðan málið varð kannað. Løgmaður hevði lovað honum at seta ein kanningarstjóra, men setti kortini ongan. Í staðin skuldi landsstýrismálanevndin seta ein kanningarstjóra.
Men landsstýrismálanevndin metti tað ikki vera neyugt við nøkrum kanningarstjóra. Fyri hana var málið avgreitt.
Næsta stig var so, at 13 samgongulimir í løgtinginum skuldu heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra. Hetta mundi miseyndast, men at enda skrivaðu tinglimir undir áheitanina til løgtingsformannin. Tveir av tinglimunum vóru úr andstøðuni.
Heldur fram við politikkinum
Hóast Signar á Brúnni kennir seg illa viðfarnan av sínum egnu, fer hann at halda fram at arbeiða fyri politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. At fáa fullveldi er eitt av hjartamálunum hjá Signari á Brúnni, og hesum ætlar hann sær at virka fyri av fullum hjarta framyvir.
Signar á Brúnni dugir kortini ikki at siga, um viðferðin, hann hevur fingið, fer at ávirka samstarv hansara við hinar løgtingslimirnar í Tjóðveldisflokkinum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu hann metir, at nýggi landsstýrismaðurin fer at klára seg í sessinum.