Hópurin aftan fyri hollendska Eurovision luttakaran, Joost Klein, fer heim í dag – men uttan Joost Klein.
Soleiðis sigur Twan van de Nieuwenhuijzen, sum er leiðari í hópinum hjá Joost Klein. Tað skrivar hollendska sjónvarpsstøðin, RTL.
Eisini hollendska public service støðin NOS skrivar í dag, at Joost Klein ikki fer heim við hópinum.
Ikki er greitt, hví Joost Klein verður eftir í Svøríki, ella nær hann fer aftur til Hollands.
Svenska løgreglan hevur sambært hollendska blaðnum De Gelderlandar upplýst, at Klein hevur fingið loyvi at fara av landinum sum ætlað.
Svenska Aftonbladet hevur tosað við svensku løgregluna, sum upplýsir, at kanningin av málinum nú verður latin ákærumyndugleikanum.
– Vit hava avhoyrt mistonkta, meldaran og vitni. Vit hava, tað okkum tørvar, og vit hava ikki gjørt nakað víðari í kanningararbeiðinum í dag, sigur Pelle Vamstad, sum er pressutalsmaður hjá løgregluøkinum Syd í Svøríki.
Joost Klein møtti annars upp til veitsluna hjá Eurovision sunnunáttina, upplýsir Twan van de Nieuwenhuijzen fyri Aftonbladet.
– Hann fekk nakrar drykkir, tosaði við vinir og hevði tað stuttligt, sigur leiðarin í hópinum sambært blaðnum.
Joost Klein varð vrakaður fáar tímar undar Eurovision finaluni í gjár.
Sambært European Broadcasting Union (EBU), sum skipar fyri Eurovision, hevði Klein uppført seg hóttandi mótvegis einum starvsfólki á framleiðsluliðnum eftir hálvfinaluna hóskvøldið.
Sambært hollendksu sjónvarps- og radiostøðini Avrotros, sum stendur fyri hollendska melodigrandprix, gjørdi Joost eina hóttandi rørslu móti eini upptøkukvinnu, tí hon filmaði hann, sjálvt um hann hevði biðið hana latið vera.
Avrotros segði síðani, at vrakanin var »ósamsvarandi« og hevur latið EBU eitt mótmæli.
Klein hevur sjálvir ikki viðmerkt hendingina og vildi ikki svara spurningum frá tíðindafólki í dag.
/ritzau/