Vraklutir í Stord loypa ótta á fólk

Leivdirnar av flogfarinum hjá Atlantsflog eftir vanlukka í Stord liggja framvegis við flogvøllin. Hetta síggja ferðandi sum eitt tað síðsta áðrenn tey seta seg í eitt flogfar har, ella sum eitt tað fyrsta, tá tey trína út eftir at flogfari hevur sett seg

10. oktober fór eitt flogfar hjá Atlantsflog út av breytini á flogvøllinum Stord í Hordaland í Noreg. Vanlukkan kravdi fýra mannalív, meðan 12 fólk sluppu livandi burtur úr flogfarinum.

Nú meiri enn átta mánaðir seinni liggja vraklutir framvegis við flogvøllin, og hetta er til stóran ampa fyri ferðafólkini. Orsøkin til hetta er, at tryggingarfelagið sýtir fyri at vraklutirnir verða fluttir fyrr enn Havarínevndin kemur við sínari frágreiðing. Henda frágreiðing fyriliggur tó neyvan fyrr enn um eitt ár ella so.

Men so hvørt sum kanningarnar eru lidnar, verða vraklutirnir fluttir frá sjálvum vanlukkustaðnum. Fyri kortum varð velið loyst, men pláss er ikki fyri hesum inni í hangarinum. Tískil liggur tað uttandura, bert 150 metrar frá sjálvari breytini.

– At vraklutirnir eru sjónligir, hevur sjálvsagt negativa ávirkan á tey ferðandi. Tað er sjálvandi lítið hugaligt hjá teimum at síggja hetta, sigur varaflogvallarovastin John Førdal við norska Dagbladet.


Fjala við tjaldi

Leiðslan á flogvøllinum hevur givið kravboð um, at vraklutirnir annaðhvørt verða fluttir ella fjaldir. Og bretska tryggingarfelagið fekk 15. juni sum freist til at finna eina hóskiliga loysn, men enn er so einki hent.

– Hetta er eitt ófrávíkiligt krav frá okkara síðu. Við kunnu ikki góðtaka, at velið liggur sjónligt fyri øllum á henda hátt, sigur John Førdal sambært Dagbladet. Hann sigur seg tó skilja tryggingarfelagið, sum ikki ynskir at flyta lutirnar áðrenn kanningarnar eru lidnar, men vísir tó á, at vraklutirnir eiga at kunna fjalast við onkrum slag av tjaldi.


Vraklutir orsøk til afturgongd

Dagbladet skrivar í greinini “Vrakdeler fra dødsfly skremmer passasjerer”, at virksemi á flogvøllinum er nógv minkað síðani vanlukkuna í fjør. Aker Kværner gavst sum kunnugt at flúgva á Stord, og flýgur nú heldur til Haugesund við sínum starvsfólkum. Coast Air, sum flýgur rutuflúgving á Stord, sigur sambært Dagbladet, at tey eisini hava merkt væl, at virksemið á flogvøllinum hevur verið fallandi.

– Vit merktu týðuligt eina minking í ferðsluni millum Stord og Oslo eftir vanlukkuna, men nú tykist tað sum um, at ferðslan aftur er vaksandi, sigur Kjell Fredheim, umboðsstjóri í Coast Air.

Norska avísin hevur eisini spurt Kjell Fredheim, hvat tey í Coast Air halda um, at vraklutir liggja fram við breytini á Stord.

– Eftir mínum tykki er tað ikki gott. Vit í Coast Air halda at vrakið átti at verði flutt, og tað er nærliggjandi at halda, at tað, at vrakið er sjónligt, hevur gjørt sítt til, at ferðslan er minkað, sigur Kjell Fredheim, sum er samdur við leiðsluna á flogvøllinum á Stord um, at tað hevði verið ein góð loysn at fjalt vraklutirnar við einum tjaldi.