Vuk Stevanovic fer at spæla við KÍF komandi tvey kappingarárini

Vuk Stevanovic skal eisini venja dreingjaliðini hjá KÍF

Nýkosnu silvurvinnararnir í Burn mansdeildini, KÍF hava styrkt seg til komandi kappingarár.

 

Á Facebooksíðuni hjá sær skrivar KÍF: "Tvey ár við Vuk Stevanovic.Nú kappingarárið 21/22 er farið aftur um bak, hyggja vit frameftir

KÍF og Vuk Stevanovic hava skrivað undir tvey ára sáttmála. Sterki bakspælarin hevur prógvað sítt virði hesi tvey árini, hann hevur verið í Føroyum. Og tí eru vit glað fyri, at Vuk hevur valt KÍF. Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Vuk eisini venja dreingjaliðini í felagnum. Hesa uppgávu hevur Morten Nyberg Kristensen røkt í farna kappingarári. Og nú hann hevur valt at fara heim aftur til Danmarkar, vilja vit takka Morten fyri tíðina í KÍF og fyri tað megnar arbeiðið, hann hevur gjørt í felagnum.

Men maður kemur í mans stað. Vit bjóða Vuk vælkomnum.". Skrivar KÍF