Føroyskir judoleikarar vóru seinasta vikuskfiti til Hillerød Cup, sum er ein stór altjóða judokapping við luttøku úr fleiri londum.
Níggju ungir føroyskir leikarar vóru við í kappingini, og trimum teirra eydnaðist at vinna bronsumedalju.
Í kappingini vóru tilsamans 350 luttakarar úr 42 feløgum, bæði úr Danmark og øðrum londum.
Føroyingarnir, ið vunnu bronsumedaljur, vóru Bjarni Ólavsson úr Havnar Judofelag, Rebekka Johnsdóttir úr Sunda Judofelag og Torkil Jógvansson úr Havnar Judofelag.