Vunnu á FC Barcelona

A-Piltarnir hjá HB vunnu ein minniligan, málríkan 5-4 sigur á sínum javnaldrum úr tí katalanska stórfelagnum

Í vikuskiftinum framdu A-piltarnir hjá HB eitt fótbóltsbragd, sum má verða millum tey fremstu brøgd, sum nakað føroyskt ungdómslið hev­ur framt á einum fótbóltsvølli.
HB-piltarnir vunnu 5-4 á FC Barcelona í fjórðingsfinaluni tí stóru fótbóltskappingini ”Den­mark Football Festival”, sum er í År­hus í hesum døgum. Talan var um fjórðingsfinaluna millum tey best rataðu liðini. HB vann dystin 5-4, hóast teir vóru aftanfyri 3-4 í hálv­leiks­steðginum og 0-2 tíðliga í dystinum.

Aftanfyri fleiri ferðir
Heimasíðan www.hb.fo greiðir so­leið­is frá um tað minniliga bragd­ið: - Ikki var sørt, at virðingin fyri Katalanarunum gjørdi, at hesir fingu lætt spæl í byrjanini. Teir komu skjótt uppá 2-0, áðrenn okkara raknaðu við, og byrjaðu at koma inn í dystin. Tá tað so eydn­að­ist Teiti at skora eitt frálíkt mál til 2-1 fingu okkara av álvara blóð uppá tonnina. Dreingirnir strídd­ust fyrimyndarliga og spældu góð­an fótbólt, og tað gav úrslit. Tað eydn­aði­st okkara at javna til 2-2, og hóast FC Barcelona aftur legði seg á odda, megnaðu vit at koma aftur­í­aftur. Beint áðrenn hálvleik løgdu FC Barcelona seg so á odda 4-3.

Ein Landskrona-kensla
Kaj Niclasen hjálparvenjari segði við Rás2, at teir stóðu við einari sann­ari Landskrona-kenslu aftan­á minniliga sigurin. Kaj greid­­di frá, at venjarin hjá FC Barce­lo­na kom yvir til hann og venjar­an, Áka Davidsen og rósti kata­lan­ski venjarin blaðungu spælar­un­um hjá HB til skýggja. Tá A-piltarnir hjá HB skuldu spæla finalu ímóti Humlebæk vóru kreft­ir­nar kortini uppi, og endaði final­an við einum 1-7 stórtapi, har ikki beyðst bøtur.