U18 landsliðið vann í dag finaluna í Sportmaster Cup í Ribe.
- Finalan varð spæld móti Fredericia. Í halvleikinum var støðan 8-8. Eisini eftir vanliga leiktíðina stóð á jøvnum, men í umdystinum megnaðu okkara at vinna 20-18. Talan var um ein sera javnan dyst og ein av okkara leikarum, Oyvindur Lützen, fekk heiðurin at verða útnevndur pokal-fighter, sigur Jón Kragesteen frá HSF.
Venjari hjá U18 landsliðnum er Hjalmar Klein Olsen.