Svimjing
Fyri fyrstu ferð svumu Føroyar og Ísland um kapp í landsdysti, tá stór stevna varð hildin í Svimjihøllini í Havn um vikuskiftið.
Og her eydnaðist tað okkara svimjarum at vinna á grannatjóðini, sum annars varð mett at hava sterkara liðið.
Endaliga úrsliti av dystinum gjørdist 101-79 til Føroyar, sum soleiðis vunnu ein hampuliga greiðan sigur.
Og fleiri met vórðu eisini sett á vegnum. Hjá kvinnum gjørdist talan um nýtt junior-met í 50 metra rygg, 400 metra frí og 50 metra frí, meðan blandaða stafettin á 50 metrum hjá monnum eisini betraði metið, sum varð sett í Álandi í summar. Hartil svam Pál Joensen eina split-tíð, sum var betri enn metið á 100 metrum, tá kappast varð í 200 metrum bringusvimjing hjá monnum.
Mona Simonsen hjá Føroyum fekk steyp sum tann kvinnan, ið hevði staðið seg best í kappingini, meðan Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi fekk steyp sum besti svimjarin hjá monnum.
Junior-metini
50 metra rygg Birita Debes 29,62
400 metra frí Cecilia Eysturdal 4.36,21
50 metra frí Birita Debes 27,11
50 metra firvald Astrið Foldarskarð 30,50
Met
4X50 blandað menn 1.44,41