Vunnu virðisløn í Noreg

Unga virki, Leia, vann virðisløn fyri umhvørvisvinarligastu vøruna á sølustevnu í Stavanger. Í dag er árskappingin Ungt Virki á handilsskúlanum á Kambsdali

 

Í sambandi við kappingina Ungt Virki var herfyri sølustevna í SMS í Havn. Hendan kapping gav sum vinning ískoyti at fara til stevnuna Young Enterprise International Trade Fair, sum júst hevur verið í Stavanger.

Unga virkið »Leia« vann og fór til Stavanger, har tey vunnu eina virðisløn fyri ta mest umhvørvisvinarligu vøruna.

113 virki tóku lut á sølustevnuni í Stavanger, og 20.000 fólk vitjaðu stevnuna.

Í dag er so árskappingin millum tey fýra ungu virkini á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Vinnarin tekur lut í Danmarksmeistarakappingini í Keypmannahavn 20. og 21. apríl.

Vinningurin, sum Føroya Handilsskúli gevur, fevnir um ferðaútreiðslur fyri eitt virki og ein lærara aftur og fram til DM.

Vinnarin í Keypmannahavn kann fara til Moskva 8. - 12. august til Young Enterprise International Competition.

Aftur í ár hava fyrireikararnir fingið Nis Kaper Buch, sum er stjóri í Finansrådet, til høvuðsdómara. Hinir dómararnir eru Rógvi Róin frá SMS, Ólavur Jensen úr Føroya Sparikassa og Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum. Lærarar eru Maria Gregersen á Kambsdali og Martha Weihe Dalsgaard úr Havn. Virkini eru ÁBBA (fløga), HAMMB (gongutúrar), Leia (Ullteppi) og UNG-T (T-shirts við kult-tekningum).