Til tykkum, sum hava koyrikot, og javnan liggja og koyra túr á Røntgeni ella liggja og Slica aðrastaðni.
Løgreglan hevur í seinastuni verið nógv úti um seg, og royna teir at kanna bæði bilar og førara.
Minnist tí til at kanna eftir, um alt á bilinum er í lagi. Er galið við ljosum, dekkum ella øðrum, verður talan um bót, eins og tað eisini verður hugt eftir, um koyrikortið er í lagi og um førarin situr spentur í trygdarbelti.
Vilja tit sleppa undan hesum bótum, eru bert eini ráð, og tað er at syrgja fyri, at alt hetta er OK.
Allarshelst er óneyðugt at siga, at tað heldur ikki loysir seg at koyra ov skjótt ella at koyra við kenning, men fyri góðan ordans skyld verður hetta kortini sagt.
Til allarseinast. Meðan eg skrivi hesar reglur, er tað byrjað at kava uttanfyri, so kanska er tað eisini eitt gott hugskot at fara í holt við at skifta breiðu summardekkini út við nøkur, sum eru meira hóskandi til hálu hvítklæddu vegirnar, sum vit helst koma at síggja komndi dagarnar.