Eingi kloakkrør, stórur vatntangi og wc sum kann flytast. Hetta verður ein góð loysn her hjá okkum, bæði til ferðavinnuna og hjá teimum sum skipa fyri ymiskum tiltøkum
Her er ein góður møguleiki hjá teimum kommunum sum hava ætlanir um at gera nakað við ferðavinnuna. WC-FLEX er ein løtt loysn, sum kann setast upp á einum og hvørjum stað, har flestu ferðafólkini koma. Eisini er hetta eitt alternativ, og ein løtt loysn á toilettrupulleikunum, av tí at har nýtist ongin íbinding av kloakkrørum og øðrum.
Ómakaleyst
Tey sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni, kenna til hvat tað er at koma til eina bygd við fultsettum bussi, og onki stað hava at vísa teimum á har eitt toilet er. WC-Flex er ein góður møguleiki at loysa hendan trupulleika. Vognurin er óbundin av vatntilførslu og frárensli, tí hesi eru bygd inn í vognin við vatnskolandi toilett og handvaski við rennandi vatni. Tangan kann eigarin sjálvur tøma, og ikki er neyðugt við útreiðslum til slamsúgvara.
150 - 200 vitjanir
WC-Flex hevur kapasitet til 150 - 200 vitjanir millum hvørja ferð tangin verður tømdur. Vatntangarnir kunnu fyllast bæði tá vognurin stendur á hjólunum ella stendur upprættur, tað sama er við frárensltanganum. Vognurin er gjørdur úr elementum við finérplátum innan og glasfibur uttaná, eins og vatntangin og dúrkið eisini eru úr glasfibur. Tilfarið er úr góðum viðlíkahaldsfríum kvaliteti.
Ymisk endamál
Eisini er møguleiki hjá teimum sum skipa fyri ymiskum tiltøkum at hava eitt ella fleiri WC-FLEX standandi. Tað kundi verið á Ólavsøku í Havn, á eini stevnu við Leynavatn, ella okkurt heilt annað. WC-FLEX fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur. Áhugaði kunnu ringja til telefon 221311 ella leita inn á heimasíðuna: www.scanvogn.dk
WC-FLEX
Stødd: (í koyripositión) Stødd: (upprættur)
Hædd 170,0 m Hædd 2,10 m
Breidd 150,0 m Breidd 1,00 m
Longd 335,0 m Longd 1,00 m
Eginvekt 280 kg
Totalvekt max. 500 kg
Dekkstødd 155-13
Tilkobling Standard kúlukobling