Jan Müller, formaður í Føroyska oljuídnaðarbólkinum (FÓIB) er enn bjartskygdur viðvíkjandi oljuvinnuni í Føroyum.
Hann vísir á, at í Írlandi eru vónirnar góðar, hóat Írland fyri nøkrum árum síðani bleiv avskrivað sum leitiøki, tí fyrstu boringarnar góvu neilig úrslit. Eitt fund uttan fyri New Foundland hevur tó broytt alt.
- Fundið í New Foundlandi hevur økt um vónirnar at finna nakað í Írlandi, tí mett verður, at hesi øki vóru partar av somu plátu fyri milliónum av árum síðani. Tað áhugaverda í okkara føri er, at Føroyar eru partur av hesum sama øki, og tí kann fundið í New Foundlandi eisini vera gott fyri føroyska oljuævintýrið, sigur Jan Müller.
Jan Müller sigur, at hetta vísir, at tað er týdninarmikið, ikki at avskriva eitt øki, bara tí at nakrar boringar ikki hava eydnast.
- Tað er týdningarmikið at halda vinnuna í gongd, so at hon er klár at taka við, tá ferð kemur á aftur. Tí er tað eisini gleðiligt, at arbeitt verður við at menna avleidda virksemi av oljuídnaðinum í Føroyum, so sum veitingartænasturnar, sigur hann, og vísir á, at veruliga sólskinssøgan í føroyska oljuævintýrinum ikki eru boringarnar, men umvælingin av West Hercules, sum MEST gjørdi á Skálafjørðinum í fjør.