- Vit komu her, tá West Hercules kom á Skálafjørðin 19. august.
Tað sigur Jákup Andrias Lamhauge úr Vestmanna, sum sjálvur fjórði røkir siglingina millum West Hercules boripallin og land inni á Skálafjørðinum.
- Vit eru fýra mans, sum skiftast at sigla, og tað gera vit so at siga alla tíðina. Um dagin sigla vit minni enn tíma ímillum, og um náttina nakað minni, sigur Jákup Andrias Lamhauge.
Hesin kjansurin passar væl við, at sesongin hjá Silju Star er yvirstaðin.
- Tað kemur bara væl við hjá okkum. Vit liggja her og bíða eftir, at verða tilkallaðir, og tað er skjótt at sigla millum boripallin og land, einir tríggir minuttir við átta til 10 míla ferð. Hann liggur so tætt landi, sigur Jákup Andrias Lamhauge.
Hann sigur, at nógvir búgva á boripallinum, einir 150 mans, men hartil liggur eisini eitt hotellskip inni á Runavíkini.
- Har er farið at fækka av fólki, men eg hugsi, at har munnu búgva einir 100 mans í løtuni, sigur Jákup Andrias Lamhauge.
Tað er serliga um morgunin og um kvøldið, at teir flyta mestu manningina.
Klokkan 6.30 og klokkan 7 flyta vit um 20-30 mans út á boripallin, og klokkan 19 um kvøldið flyta vit teir inn aftur. Somu túrar flyta vit sama tal av fólki mótsattan veg, sigur Jákup Andrias Lamhauge.
Men nógv er at gera ímillum teir báðar túrarnar.
- Vit flyta so javnan ein og tveir mans millum boripallin og land, tí tað er so nógv, teir hava at gera, sigur Jákup Andrias Lamhauge.