Wilders endar kanska uttanfyri kortini

Tað err als ikki vist, at stórsigurin hjá niðurlendska Frælsisflokkinum og formanninum, Geert Wilders, fer at tryggja flokkinum sess í teirri næstu stjórnini. Sjálvur hevur Wilders ikki dult fyri, at hann vil fegin sleppa í stjórn, og hann hevur eisini sagt seg vera til reiðar at finna neyðsemjur.

Men tað er greitt, at flestu flokkar vilja sleppa undan Frælsisflokkinum sum samgonguflokki. Liberali flokkurin, sum er tann størsti í tjóðartinginum, skal royna at skipa stjórn, men formaðurin, Mark Rutte, hevur sagt, at tað verður ikki lætt.

Tað kann tí væl henda, at tað endar við einari stjórn inni á miðjuni. Politiskir eygleiðarar í Niðurlondum siga, at sum støðan er nú, bendir alt á, at kristiligu demokratarnir, arbeiðaraflokkurin, demokratarnir og tey grønu fara at skipa samgongustjórn.

Ein samgonga við hesum flokkunum hevði havt 81 tingmenn og sostatt meiriluta í tinginum.