Nýtt landsstýrið skipað fyri 50 árum síðani, og Margreta drotning hevur í dag sitið á trúnuni í 45 ár
Dagurin 15. januar: Maurus, deyður umleið 550. Var næmingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benadikti úr Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið merkir blámaður. William Heinesen varð føddur hendan
Aksel Tórgarð, Dagar og nøvn í álmanakkanum.
Hendingar, ið knýta seg at degnum:
44 f. Kr.: Julius Cesar letur seg útnevna til einaræðisharra fyri lívstíð.
1559: Elisabeth 1. av Onglandi verður krýnd í Westminster Abbey.
1913: Við einum nýggjum radiotorni í Nauen nærindis Berlin ber til fyri fyrstu ferð at røkka tráðleysum sambandi millum Týskland og USA.
1967: Sosialurin skrivar hendan dagin fyri 50 árum síðani, at nýtt landsstýrið er skipað. Petur Mohr Dam úr Javnaðarflokkinum er valdur til løgmann og Kristian Djurhuus úr Sambadnsflokkinum og Sámal Petersen úr Sjálvstýrisflokkinum til landsstýrismenn. Sosialurin skrivar, at illa gekst at skipa landsstýrið eftir løgtingsvalið, sum hevði verið 8. november í 1966. Javnaðarflokkurin setti tí fram uppskot um nýval. Men meðan uppskotið liggur í tinginum, kemur glið á samráðingarnar, og tað eydnast at skipa sama landsstýrið, sum hevði verið valskeiðið 1958-62.
1972: Av svalanum á Christiansborg útnevnir Jens Otto Krag, forsætisráðharri, 31 ára gomlu Margretu Alexandru Thorhildur Ingrid til drotning Danmarkar sum Drotning Margrete 2. eftir at pápi hennara, Fríðrikur 9., er deyður.
1979: Sum tann yngsti nakrantíð vinnur 19 ára gamli John McEnroe US Open í tennis í New York City.
1980: Á 80 ára føðingardegi sínum verður William Heinesen kosin heiðursborgari í heimbýi sínum Tórshavn.
1993: Poul Nyrup Rasmussen tekur við sum forsætisráðharri í Danmark eftir Poul Schlüther, sum má leggja frá sær av tamilfrágreiðingini.
1996: Spies Rejes verður selt
2001: Wikipedia byrjar.
Fødd hendan dagin:
1900: William Heinesen, føroyskur rithøvundur, deyður í 1991.
1906: Aristotle Onassis, greskur reiðari, sum giftis einkjuni hjá John F. Kennedy, deyður í 1975.
1926: Chuck Berry, amerikanskur sangari og gittarleikari.
1929: Martin Luther King, amerikanskur baptistaprestur og mannarættindastríðsmaður, deyður í 1968.
Deyð hendan dagin:
1919: Rosa Luxemburg, týskur kommunistiskur politikari, fødd í 1871, verður myrd.
1918: Karl Liebknecht, týskur kommunistiskur politikari, føddur í 1871, verður myrdur.
2012: Ib Spang Olsen, danskur teknari og rithøvdunur, føddur í 1921.
2013: Sif Gunnarsdóttir sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum
2014 - Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri árið 2013 vórðu handaðar í Stóra Pakkhúsi í Vági. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handaði virðislønirnar. Tróndur Patursson fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur, Árni Dahl fekk Heiðursgávu landsins á 75.000 krónur og Trygvi Danielsen fekk Virðisløn til ungt listafólk.
2015 - Kavaódn herjaði um alt Føroyar, tó kom ikki so nógvur kavi niður í Suðuroynni og Sandoynni, men í restini av landinum var ikki koyrandi, ringast var á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar stóðu fastir í nógva kavanum. Summi noyddist at sova í bilinum. Nógv vóru veðurføst ymsastaðni. Handanin av Mentanarvirðislønum Landsins varð útsett til dagin eftir.