Kim Simonsen
Filmurin World Trade Center hjá Oliver Stone er rættuliga syrgiligur. Ein langt harmaljóð yvir eina beistagerð, ið skakaði okkum øll í Vesturheiminum. Hetta er ein harður filmur um sorg, sakn og hørð odds fyri tey, sum mist teirra kæru hendan dagin, men eisini um vón í øll tí dapra. Filmurin er góður, hóast hann í støðum er eitt vet for melodramatiskur
(
Okkara øld var valla farin í gongd, fyrr enn boðini frá New York skuldu broyta okkara tíð og okkara lív. Her við eitt fór eitt nýtt tíðarskeið í okkara søgu í gongd. Nú høvdu serfrøðingar spátt, at søgan var enda aftan á kalda kríggið, men við eitt tørnaðu siðmenningarnar saman, og 11. september 2001 var bert ein byrjan.
Ikki ein politisk konspiratiónssøga(Oliver Stone velur ikki eina politiska konspiratiónssøgu, ið hann plagar, men at siga søguna frá gólvinum, hjá meiniga løgreglumanninum og frá øllum teim sløkkiliðsmonnum og løgreglufólkunum, ið lótu liv hendan dagin.
Søgan er tó um tveir sum yvirliva eftir at hava verið livandi grivnir í 24 tímar. Tað tók 12 tímar at grava teir leysar og meiri enn 12 tímar at finna teir.
Hetta við hesi feelgood elementinum er sjálvandi typisk amerikanskt, men men her eru nógv element við, ið er ræðulig og hørð at síggja.
Ein nervaflensandi trillari
Filmurin er sera harður fyri nervanar, og hann flensar kenslurnar hjá hyggjarunum sundur, tí 9/11 var ein hin ræðuligasta hendingin í menniskjans søgu, og Oliver Stone ger einki fyri at pynta upp á hetta. Fólk vera fillað sundur, onnur pínast, og heima sita tey heima og eru um at svíma av ótta. (Hesin ummælarin var nærum í ringum sálarligum standi eftir at hava verið í hesum helviti á jørð, ið Mr. Stone borðreiddi við. Fólk við sartum nervum orka ikki hendan filmin, tað er heilt vist.
Tey sum plaga at gráta til filmar, vera nærum noydd at taka eina karton av køksrullum við, tí Stone gevir ikki hyggjaranum frið eina løtu. Filmurin er á ein hátt ein katastrofufilmur, men inn í kjarnanum er hann ein filmur sorg og kærleika.
Ein skelkandi filmur um ein sorgarleik av episkum og søguligum veldi. (
Um teir sum yvirlivdu
Filmurin World Trade Center er ikki um yvirgangsálopið sum so. Vit eru við løgreglufólkunum og teirra familjum. Vit síggja hvussu hesi berjast fyri at varðveita ein evarska lítlan glotta av vón um at teirra elskaðu ikki eru dripnir hendan dagin.
Vit koma langt inn í kenslurnar hjá teimum neyðars kvinnunum, ið sita líkbleikar heima púra sjúkar í høvdinum av ræðslu og bíða eftir at telefonin ringir, ella at ein svartur bilur kemur koyrandi inn í túni við sorgarboðum.
Tær sita kvaldar í nervum og halda um børnini, meðan møguleikarnir fyri at júst teirra maður kemur heim livandi minkar og minkar. Hetta er eitt dramatiskt perspektiv, ja heldur melodramtiskt mangan, men amerikanarar hava eina melodramatiska mentan, og teir elska at svølgja í kenslum, ið vit í Evropa ikki ordeliga megna. Tað hendi í hesum filminum mangan, at eg ikki helt, at eg megnaði at rúma hendan serliga amerikanska kensludramatiska tónan.
Og so til helvits
Vit fylgja serliga løgreglufólkunum Will Jimeno (Michael Peña) og John McLoughlin (Nicolas Cage). Dagurin byrjar heilt vanligt. John McLoughlin eigur fýra børn og fer til arbeiðis sera árla. Hann skal inn á Manhattan og í gongd við dagsins uppgávur. Við eitt hoyra teir um eina vanlukku við World Trade Center og fara so við einum stórum bussi. Hesin McLoughlin er ikki býttur, hann var við í 1993 tá ein bumba varð sprongd í World Trade Center.
Tá teir koma fram er hetta sum ein sena frá Dantesa Inferno. Bløðandi fólk, fólk sum loypa ut av brenandi bygninginum. Hetta er helviti ár jørð.
Teir eru seks mans, ið halda á fram niðan í Torn 1. Teir møta illa brendum brandmonnum, men fara bara víðari. McLoughlin, forhastar seg ikki, hann vil hava iltfløskur við.
Við eitt er ein larmur, ið vit ikki kunnu ímynda okkum. 1000vís av tonsum og stál dettur omanyvir løgreglumennirnar. McLoughlin biður allar loypa niður í eina elevatorskakt. Síðani er alt myrkt. Jimeno og McLoughlin yvirlivdu tó, allir hinir verða dripnir á staðnum (ja uttan ein sum tekur lívið av sær við tænasturevolvarinum) men eru illa farnir og sita fastir í jarni og betonginum. Teir liggja undir 7-8 metrum av restunum av World Trade Center og vóna at onkur finnur teir.
Meðan hetta hendir sita konurnar hjá hesum hartarbeiðani løgreglumonnunum hjartkiptar av ræðslu. Vónirnar fána so við og við.
Ein rørandi filmur
Filmurin er rørandi og eg sat og var djúpt rørdur av hesum filminum. 11. september 2001 var eitt hitt størsta álopið á USA, Vesturheimin og fría heimin nakrantíð.
Eg var í New York beint áðrenn The Twin Towers hvurvu. Eg sá tey standa í kvøldarlotinum eina seinastu ferð, tá eg fleyg heim frá Newark Airport.
Heimurin kann deilast í áðrenn 11. september 2001 og aftaná. Vit mistu øll okkurt hendan dagin.
Okkara lív er broytt eftir hetta, tí er hetta ein ekstremt umráðandi filmur. Ella serliga evni er umráðandi.
Listin í dag snýr seg eisini alt meiri um hesa hending. Vit hava t. d. fingið bókmentir um 9/11, ið royna at arbeiða við hesum sárinum, hesi marruni og hesum óndskapinum. Eitt dømi er Jonathan Safran Foer, ið hevur skrivað um 11.september 2001 um ein drong, ið hevur mist pápan í World Trade Center.
Hetta snúði seg ikki um list, ikki um USA, valla um politikk, tí her vóru yvir 3000 fólk dripin, bara soleiðis, brend, sorlað niður oman av 120 hæddum, ella kroyst undir 1000da vís av tonsum av metalli og betong. (9/11 var eitt blóðbað av sorlaðum menniskjum, ið raktu tøk og vegin við 290 km um tíman frá 120indu hædd.
Heimurin og okkara frælsi vóru fyri stórum og oyðileggjandi álopi, ið vit kanska ongantíð koma yvir.
Yvir 3000 fólk vóru brutalt dripin hendan dagin. Hetta skal ongantíð gloymast.
Filmurin hjá Stone skal fáa 5 skelkaðar stjørnur av 6.
World Trade Center
John McLoughlinNicolas Cage
Will JimenoMichael Peña
Allison JimenoMaggie Gyllenhaal
Donna McLoughlinMaria Bello
Scott StraussStephen Dorff
Dominick PezzuloJay Hernandez
Dave KarnesMichael Shannon
Leikstjóri Oliver Stone. 2 tímar og 5 minuttir. Frumfamsýndur í Havnar Bio fríggadagin 22. september.