Wozniacki liðug í Kina

Danska tennisstjørnan Caroline Wozniacki er liðug í kappingini China Open. Í fjórðingsfinaluni í dag tapti hon í trimum settum ímóti italsku Flavia Pennetta 6-3, 0-6, 6-7.

 

Hetta var fimmtu ferð, at tær báðar hittust í einari kapping, og hetta er fyrstu ferð, at Wozniacki tapt. Hetta er samstundis onnur kappingin á rað, at Wozniacki tepir í fjórðingsfinaluni. Tann fyrra var í Japan fyri stuttum.

 

Flavia Pennetta, sum er nummar 26 á heimslistanum, skal møta Agnieszka Radwanska úr Póllandi í hálvfinaluni.