Yasi gjørdi stóran skaða

Sum væntað gjørdi melduródnin Yasi stóran skaða, tá hon kom inn yvir strondina í avstralska statinum Queensland í gjár. Forsætisráðharrin í Queensland, Anna Bligh, sigur, at í fleiri hava mist hús og heim, men at ódnin hevur ikki kravt mannalív.

Býurin Cairns var mitt í ódnini, men har eru ikki stórvegis skaðar. Harafturímóti gjørdi ódnin størri skaða í fleiri bygdum og smáum býum longri suðuri.

Eitt nú eru næstan øll húsini fram við høvuðsgøtuni í tí lítla býnum Tully oyðiløgd, og takið er farið av sjúkrahúsinum. Ein maður, sum Reuters hevur tosað við, sigur, at býurin líkist einum krígsøki.

Avstralsku veðurmenninir siga, at Yasi gjørdist ikki so ring, sum teir stúrdu fyri, tí hon viknaði eitt sindur, áðrenn hon bar við land.