Fiskidagar
Havstovan hevur mælt til, at fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 HK verður minka við 50%. Fiskifrøðiligi stovnurin skjýtir eisini upp, at fiskidatalið hjá partrolarum verður minkað við 20%, og at djúpvatnstrolarar, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini, koma undir somu skerjing av fiskidøgum fyri næsta fiskiár.
Havstovan skjýtir eisini upp, at eingin serlig toska-og hýsukvota verður latin skipabólkum, sum ikki eru við í dagaskipanini. Í staðin eigur at verða ásett ein mest loyvda hjáveiða av toski og hýsu upp á 3% av vektini fyri hvønn túr sær. Mest loyvda veiðan av toski og hýsu eigur tó ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroyar/Íslandsrygginum.
Fiskifrøðiliga ráðgevingin skjýtir upp, at eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka á grynri vatni enn 200 metrar.
Mælt verður til, at serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum annars halda fram.
Stovnurin skjýtir eisini upp, at eingin vinnuligur fiskiskapur við húki verður loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, eins og eingin toska-og hýsuveiða eigur at verða loyvd á ávísum leiðum, sum Havstovan vísir á í skjali.
Havstovan mælir til, at meskavíddin í hjáveiðiposanum hjá trolbátum á landleiðini verður økt upp í 250 mm.
Mælt verður eisini til, at bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, skulu sleppa at avreiða, og allir skipabólkar eiga at koma inn í fiskidagaskipanina.
Óbroytt dagatal
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skulu Havstovan og Fiskidaganevndin geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskidagar.
Í mun til skerjingarnar, sum Havstovan mælir til, mælir fiskidaganevndin til óbroytt dagatal fyri næsta fiskiár.
Nevndin hevur einki tilmæli um Føroyabanka, tí her hevur eingin veiða verið, og tí er heldur einki grundarlag til nakra meting av Bankanum.
Limir í fiskidaga nevndini eru: Óli Samró, formaður, Dánjal Jacobsen (partrolarar), Theodor Poulsen (trolbátar), Auðunn Konráðsson (Meginfelag Útróðrarmanna), Hálvdan Gudmundsen (línuskip) og Eyðun Johannesen (Føroya Fiskimannafelag).
Skrivari hjá fiskidaganevndini er Hertha Olsen.
Uppgávan hjá nevndini er sum nevnt at lata landssty?rismanninum metingar um støðuna í
botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið.
Fiskidaganevndin hevur havt sjey fundir, har umboðini hava viðgjørt tilmæli til landsstýrismannin.