Yndisliga avskeplað

Í málingunum hjá Bárði Oskarsson er alt sett úr gildi  tíð, stað, markið millum hendan og hugans heim. Eftir hanga nakrir groteskir hugaskapningar, yndisliga avskeplaðir

Hendan mánaðin sýnir nógv umrøddi listamaðurin Bárður Oskarsson fram sjey málningar í Leikalund í Klaksvík. Seinastu tíðina hevur Bárður vakt stóran ans bæði herheima og uttanlands, serliga við tekningunum í barnabókini Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum nú verður útgivin í Fraklandi. Tað var eisini milum annað fyri hesar tekningarnar, at Bárður fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyrr í ár.
Gjøgnumførd avdúking
Í grundgevingini fyri gávugóðsið varð sipað til serligu gávurnar hjá Bárði sum teknara og listamanni og hansara humoristiska hugflog. Gávurnar og hugflogið feila heldur onki í málningunum í Leikalund, men har sum humorin er hildin uppat, hevur eitthvørt sjúkliga groteskt tikið yvir.
Tríggir av málningunum eru variatiónir yvir sama tema  ein mannakroppur í heilum líki við ovurhonds langum og klønum beinum. Á eini merkliga javnari, friðsælari bakgrund trína kropparnir fram, sveimandi í øllum sínum avskeplaða yndi. Litirnir eru varisligir, og snøgga blýantskenda strikan tekur støði í neyvum kroppsligum smálutum. Tess meir órógvandi kennist tað, tá myndevnið mest sum fer í upploysn í groteskum proportiónum. Myndirnar eru áhugaverdar, ikki bara tí tær tekniskt eru framúr góðar, men tí naknu, ófimisligu kropparnir tykjast so foyir og útstillaðir, at tú næstan verður illa við teirra vegna. Gjøgnumskygdi nakinleikin er so fullkomin, at hann næstan verður religiøsur. Og sum fyri at skrúva verjuleysu avdúkingina eitt vet longur, hava málingarnir hvørki heiti ella signatur, sum um ikki annað kundi givið kroppunum siðbundna listarliga friðskjólið.
Tómt sjokk
Hini myndevnini eru verur í ymsum ótespiligum líki. Ein menniskjalíknadi kroppur við fýra beinum og uppbólgnaðum búki, har reyðligu innvølirnir eru við at flóta út. Ein annar kroppur, har skapið av fingrum (ella eru tað tenn?) tekur yvir, har sum andlitið annars skuldi verið
Uttan at lata einhvønn boðskap køva listina er tað órógvandi, at tú kortini ikki órógvast meir av hesum myndunum. Í staðin tykjast tær at drukna í einum botnleysum surrealistiskum dýpi, har sjokkið er vorðið meiningsleyst. Tað er sjálvandi ikki Bárið fyri at lasta, ar surealismam langt síðani hevur sjokerað seg sjálva í hel. Men tá hann velur, at leggja seg so tætt at hesi genru, slepst ikki undan, at tað ávirkar reaktiónina hjá áskoðaranum, sum kensluliga stendur eftir við einum tómum sjokki. At tú kortini ikki fært slept myndunum heilt, kemst av varhuganum av einum heilt serligum listarligum potentiale - sum avgjørt hevur annað og meir uppiborið enn at gerast ein blanding av surrealistiskum og dadaistiskum mainstream.