Kappingin millum gentur í 5-mannaførum er tann nýggjasta av øllum, tá ið sæð verður burtur frá barnaróðrunum. Tað var í 2005, at kappingin millum 5-mannaførini við kvinnum varð tikin sundur í tveir flokkar.
Kappingin, sum var frammanundan, varð nevnd kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, og nýggja kappingin varð nevnd kappingin millum 5-mannafør við gentum.
Drekin við gentumanning eigur skjótastu tíðina á ólavsøku. Tað var í 2008, at Drekin setti met í tíðini 4.29.24.
Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum er metið 37 ára gamalt. Í 1981 var tíðin hjá Alduni 4.38.40. So skjótt hevur eingin bátur í hesi kapping róð hvørki fyri ella síðani.
Kvinnurnar hava síðani 1983 kappast í 6-mannaførum. Bestu tíðina á ólavsøku eigur Jarnbardur, sum hevur vunnið fimtan ferðir á ólavsøku. Besta vinnaratíðin var í 1995. Tá var vinnaratíðin 4.21.12.