Fuglafjørður: 30 ár eftir fyrstu umsóknina, kann Vinnumálaráðið vænta sær enn eina umsókn frá Fuglafjarðar kommunu um henda tunnilin.
Á fundi í býráðnum í farna mánaði varð hetta málið til viðgerðar. Tað var fyrst til viðgerð í fíggjarnevndini og síðani í býráðnum. Á báðum støðum var semja um, at neyðugt er at gera henda tunnilin skjótast gjørligt.
Fuglafjarðar kommuna hevur sent umsókn um hetta áður. Hetta hendi í januar mánaði í fjør, men nú nýggj samgonga er skipað verður mett at vera rættast at senda enn eina umsókn til ráðið.
At málið nú er borað fram aftur er ikki minst orsakað av rundkoyringini sum í løtuni verður gjørd í Gøtudali.
Henda fer at gera tað verri fyri ta tungu ferðsluna til og úr Fuglafirði. Býráðið gjørdi vart við hetta í fjør, men hetta varð kortini ikki tikið til eftirtektar.
Tá býráðið hevði fund í mai mánaði varð avgerð tikin um at senda nýggja umsókn. Samstundis skal áheitan sendast á vinnulívið í kommununi um at stuðla hesi.
- Fyri fáum árum síðani var hesin tunnilin rættiliga frammarlaga, men enn er hann ikki gjørdur. Nú ynskja vit at fáa gongd aftur á hetta átrokandi málið, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Argumentini sterkari við árunum
Miðskeiðis í 70’unum, eftir at Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu, vóru mong í Fuglafirði sum byrjaðu at tosa um ein tunnil.
Mett varð, at skilabest var at halda fram at fullføra farleiðina millum eystara og vestara part av oyggjunum við einum tunli frá Kambsdali og økið Millum Fjarða.
Sagt varð, at hesin tunnilin fór at fáa ómetaligan týdning fyri ferðsluna til og frá økinum í nánd av Fuglafirði, Norðoyggjum og norðara part av Eysturoynni, Streymoynni og Vágum.
Í august mánaði 1978 heitti Fuglafjarðar kommuna á fyrsta sinni á løgtingið um at fara undir ein slíkan tunnil. Enn er einki hent í hesum máli, hóast fleiri áheitanir síðani eru sendar um hetta sama.
Tað sjáldsama við hesi nýggjastu umsóknini er, at hon er bert vorðin meiri aktuell við árunum, tá tosað er um økta vinnuliga virksemið í Fuglafirði og flutningin av skúlabørnum til Kambsdal.
- Tey argumentini, sum vit høvdu í 1978 eru bara vorðin sterkari í ár enn fyri 30 árum síðani. Tí er neyðugt, at hesin tunnilin kemur skjótt, sigur Sigurd Simonsen, og vísir á, at Kambsdals-tunnilin er við í samferðsluætlanini hjá Landsverki frá 2008-2020.
Og hann leggur aftrat: - Men tað kann verða langligt at bíða heilt til 2020!
Eingin setist aftur
Hóast hesa tíðina hevur kommunan ikki sitið hendur í favn. Arbeitt hevur við eini aðrari loysn – eini loysn við einum partafelagi, og sum líktist teirri sum upprunaliga var ætlað við Skálafjarðartunlinum.
Fyri tveimum árum síðani varð samtykt, at kommunan skuldi samstarva við vinnulívið, grannakommunurnar, Klaksvíkar kommunu og fíggingarstovn um Kambsdals-tunnilin.
Sum skilst á politikkinum hjá sitandi samgongu, so er hon ikki beinleiðis heit fyri at privat feløg skulu rekar tunlar.
Eftir fund við vinnumálaráðið, Landsverk og fíggingarstovnar varð komið fram til eina loysn. Ferðslugrundarlagið er gott og útlit vóru somuleiðis fyri, at vinnuliga virksemið í býnum fór at halda fram á sama støði.
Út frá hesum varð tí mett, at við einum ávísum og sera lágum bummgjaldi – 10 kr. fyri bilar og 40 kr. fyri lastbilar hvønn vegin – kundi tunnilin verða rikin og afturgoldin innan 30 ár.
- Hetta bummgjaldið verður so lágt, at eg vænti ikki at nakar fer at setast aftur av hesi orsøk, slær Sigurd Simonsen fast.
2400 ferðir 14 kilometrar
Hvønn einasta dag koyra omanfyri 2400 bilar í miðal eftir vegnum til Fuglafjarðar, vísa seinastu hagtølini frá Landsverki.
Fyri tey flestu av akførunum úr Fuglafirði hevði tað verið til stóran fyrimun um koyrandi varð beinleiðis út á Skálafjørðin, ístaðin fyri at fara upp um tvey eiði – Varmakeldueiði og Gøtueiði.
Samstundis við hetta kundi ein part einar 14 kilometrar í flutningi hvønn vegin millum Kambsdal og økið Millum Fjarða um tunnilin kom.
Sambært ætlanini sum arbeitt varð út frá í 2006, varð kostnaðurin fyri ein tunnil upp á 1.900 metrar mettur at kosta nakað omanfyri 102 mió krónur.
Nú er so nýggj umsókn send vinnumálaráðnum. Tað er neyvan nógv sum bendir á, at tørvurin á einum slíkum tunli er vorðin minni.
Tilmæli frá borgarstjóranum
Býráðið hevur á eykabýráðsfundi tann 16. mei 2006 fyri læstum hurðum samtykt eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, at taka undir við skrivi frá borgarstjóranum (Sigurd Simonsen, blðm.), dagfest 24. apríl 2006, har hann lýsir málið um gerð av bergholi av Kambsdali-Millum Fjarða, síðan bygdaráðið tann 28. august 1978 sendi Føroya løgtingi skriv saman við viðmerkingum um gerð av nevnda bergholi.
Hann metir, at útlitini fyri, at ein tunnil av Kambsdali-Millum Fjarða ikki verður
gjørdur av landinum í bræði, so besta loysnin í dag vildi verið, at kommunan saman við eitt nú grannakommununum og Klaksvíkini, vinnulívinum og fíggingarstovnum kundu farið inn í eina felags ætlan, eins og gjørt er við Skálafjarðartunnlinum, sum hevur til endamáls at eiga og reka tunnilin við bummgjaldi yvir t.d. 20 ár.
Ískoytið varð eisini samtykt um at fundur verður tikin upp við Føroya landsstýri (landsstýrismannin í Vinnumálum) um málið.
(Brot úr fundarfrásøgn í Fuglafjarðar kommunu 26. oktober 2006)