Ynskti sær Magna í føðingardagsgávu

11. apríl er ein serligur dagur fyri Sólvá Magnadóttir, tí tá hevur hon føðingardag. Men í ár gjørdist dagurin heilt serligur, við tað, at stóra stjørnan hjá Sólvá, Magni Christiansen, eisini var við.
Við hjálp frá beiggja
Sum dagurin nærkaðist byrjaði Sólvá at tosa um fólk, sum skuldu hava innbjóðing til fimm ára føðingardagin. Og hon bleiv við at tosa um Magna, sum hon vónaði eisini fór at koma við. Tá visti eingin at hon meinti við Magna Christiansen. Tey hildu, at hon meinti við pápa sín, sum eisini eitur Magni, og sum tá var til skips.
Men á eini stuðulskonsert, sum Sólvá hevði verið á saman við ommu síni, hevði hon sæð og hoyrt Magna Christiansen framføra. Og tað var hann, hon vón-aði at síggja.
Men Sólvá veit, hóast sín unga aldur, at tað sum oftast ikki er nóg mikið bara at ynskja sær. Tað er tó trupult at fáa ynskini til veruleika, tá tú framvegis ikki hevur lært skrivikynstrið. Tí tók hon sjey ára gamla beiggja sín, Jóannes, við upp á ráð.
Jóannes gongur í 1. flokki og hevur sostatt bæði lært at lesa og skriva í næstan eitt ár. So Sólvá fekk hann at skriva Magna Christiansen eitt bræv. Sólvá dikteraði og Jóannes skrivaði, nakað soleiðis:
»Góði Magni. Kanst tú koma í mín føðingardag og syngja ein sang? Tú skalt nokk fáa kakur og kakao. Allarfittasti. Heilsan Sólvá.
Mamman tók brævið við til arbeiðis, har hon av og á hevur samband við Magna Christiansen, og gav honum tað.
Sólvá var, sum vera man, sera spent, um hann nú mundi fara at koma. Mamman segði henni, at sjálvt um hann var boðin við, so var tað ikki vist, at hann fekk komið. Og tað skilti Sólvá væl.
Dagurin kom, og barnagarð-urin kom á vitjan. Men brádliga bankaði uppá enn einaferð. Í hurðini stóð Magni Christiansen, og hann hevði guittaran við. Hann var til reiðar at geva unga fjepparanum eina føðingardagskonsert.
Frøin var stór, tá hann m.a. sang »Djúp og breið« og »Eg eri ein K«.
Og eftir føðingardagin hevði hann uttan iva skaffað sær nakrar fjepparar í barnagarðsaldrinum afturat.
Eg ivaðist ikki
Magni Christiansen greiðir frá, at hann ein dagin fekk eitt so øgiliga fitt bræv.
? Tað var hondskrivað og, tú veit, eitt sindur skeivt eftir pappírinum. Øgiliga fitt. Sólvá spurdi um eg kundi koma at syngja fyri henni, og eg skuldi nokk fáa kaku afturfyri, greiðir Magni Christiansen frá.
Magni ivaðist ikki í at taka av innbjóðingini, men hann heldur tó, at Sólvá gjørdist eitt sindur flóv, tá hann brádliga stóð í hurðini.
? Hon bleiv nokk eitt sindur kløkk, men so sungu vit ymiskar barnasangir og sunnudagsskúlasangir, og so var tað fínasta slag, og lagið var so øgiliga gott, sigur hann.
Magni sigur, at hetta ikki er fyrstu ferð at hann hevur fingið brøv frá ungum fjepparum.
? Tað kemur meiri enn so fyri, at børn skriva til mín, biðja um autograf ella okkurt tílíkt. Men hatta var avgjørt ein stuttligur dagur, sigur Magni Christiansen at enda.