Yohan fer aftur til Bogota

Tíðliga í august leggur 20 ára gamli Yohan Borðoy leiðina til Kolumbia, haðani hann varð ættleiddur fyri 17 árum síðan. Ætlanin er fyrst og fremst at læra seg móðurmálið spanskt, og við síðuna av skúlanum skal hann gera vælgerðararbeiði við gøtubørnum í Bogota

Yohan Borðoy var ein stórur drongur, tá hann í 1992 varð ættleiddur úr Kolumbia til Føroya. Tá var hann trý ár og níggju mánaðir. Nú er hann 20 ár, hann er liðugur við sína skúlagongd, og starvast fyribils á dagstovninum við Landavegin í Havn. Hann elskar at arbeiða við børnum, men sum pedagogur ætlar hann sær kortini ikki at gerast gamal. Hann hevur í staðin lagt sær leiðina til Bogota í Kolumbia, og pakkar væntandi sínar taskur stutt eftir ólavsøku.

- Eg fari umvegis AFS skipanina til Kolumbia at læra meg spanskt. Seks mánaðir tekur hendan skúlagongdin, men eg vænti at forleingja uppihaldsloyvi aftan á fyrsta hálvárið, sigur Yohan Borðoy.

Hann hevur nevniliga eina síðuverkætlan í kvittanum, nú hann eftir 17 ár leitar sær aftur til landið, hann varð ættleiddur úr. Eitt natúrligt forvitni er vaknað innan í honum.

- Av tí at eg var so stórur, tá eg kom til Føroya, tosaði eg bara spanskt at byrja við, men tað er alt farið, og tí vil eg fegin læra meg málið av nýggjum. Og so minnist eg eisini onkur ting. Til dømis pleyguforeldrini, børn sum eg spældi við, vegir og ymiskt annað. Tað hevði verið stuttligt at sæð umhvørvið aftur, sum eg bara havi myndir av í høvdinum, sigur Yohan.

 

Hvar kundi eg endað?

Hansara fremsta uppgáva verður altso ikki at leita eftir familju, sum hann møguliga hevur í Kolumbia. Hann hevur avgjørt at halda vónunum um at finna sína biologisku familju á einum lágum blussi.

- Tað er løgið at hugsa sær, at ein hevur eina aðra familju har, og at ímynda sær hvar ein hevði endað, um ein ikki var komin til Føroyar, sigur Yohan Borðoy.

Tá hann varð ættleiddur, varð upplýst hvør mamman var, og hvar hon búði. Pápin var ókendur. Føroysku foreldrini eru eisini spent upp á túrin hjá Yohan, hóast tey vita hvussu ófriðarligt har kann vera. Tey hava ikki vitjað Kolumbia síðan tey vóru eftir Yohan fyri 17 árum síðan. Á jólum skal tað broytast. Tá fara tey til Kolumbia at vitja aftur.

- Tað er sjálvandi ringt at fara, men hetta vil eg. Eg havi tosað við fleiri, sum hava verið og lisið umvegis AFS, so seg kenni meg rímiliga tryggan.

Tað kostar umleið 45.000 krónur at fara á eina slíka ferð, tá alt er íroknað. Tá verður syrgt fyri skúlagongd, bústaði og at Yohan fær eitt arbeiði, tá hann kemur til Bogotá.

 

500.000 gøtubørn hvønn dag

Yohan fær ikki tørv á býli frá AFS, tá hann fer til Kolumbia, tí familjan hjá honum hevði ein AFS næming búgvandi í 1996, sum tey hava hildið samband við. Hon eitur Caroline, og hjá henni sleppur Yohan at búgva hjá. Ein treyt fyri at lesa umvegis AFS skipanin og at fáa arbeiði gjøgnum Community Service, er at ein er millum 18-28 ár, og at ein skal vera virkin og fúsur at gera hjálpararbeiði. Arbeiði fær Yohan, og hevur hann hevur meldað seg til at gera hjálpararbeiði við børnum, meðan hann er har.

- Tað eitur Community Service, og er vælgerandi arbeiði innan tað sosiala, mentanarliga, humanitera og heilsuverki. Eg havi so valt at arbeiða við gøtubørnum.

Bogotá er ein stórur og modernaður býur við sínum 11 milliónum íbúgvum. Stórur munur er á høgum og lágum. Har finnast sera múgvandi fólk, men samstundis eru á leið 500.000 børn at finna í gøtunum hvønn dag í Bogota.

- Landið er rættiliga bíligt at búgva í, tí útflutningurin av vørum til londini rundan um er stórur í Kolumbia. Bogotá býur liggur á 2600 metra hædd, og er luftin tí tunn, og er býurin umgirdur av fjøllum og junglum, greiðir Yohan frá.

Sjálvur er hann føddur í Ramadios, men búði eitt skifti í Yolombo hjá eini pleygufamilju har.

 

Ferðin til hitt heimið

Yohan Borðoy hevur í vetur lært seg spanskt á kvøldskúla, so hann ikki er heilt ófyrireikaður til ferðina. Hann gjørdist fyri stuttum limur í Ættleiðingarfelagnum. Hann var stigtakarin til tiltakið, sum var 2. hvítusunnukvøld, tá hann savnaði ung ættleidd í Miðlahúsinum. Eitt tiltak, sum hann er sera fegin um skuldi eydnast so væl. Ung ættleidd í Føroyum savnaðust í stórum tali, veður og lag á ungu fólkunum var gott, og avgjørt var at skipa fyri einum líknandi tiltaki afturat. Fyri hann er tað av týdningi at hava eitt felag sum Ættleiðingarfelagið.

Hesa tíðina komandi ár kann hann ivaleyst fortelja eina fantastiska søgu, um sína ferð til Kolumbia fyri hinum limunum í Ættleiðingarfelagnum.

- Hendan ferðin er ein gamal dreymur. Eg havi altíð havt tað gott í Føroyum. Men eg vil sleppa burtur í eitt ár. Eg vil læra at kenna eina heilt aðra mentan, læra mítt móðurmál og royna mínar egnu avmarkingar. Suðuramerika er jú ein heilt annar heimur, sigur Yohan Borðoy.

Fyri fyrst er talan um ein einvegis ferðaseðil hjá Yohan. Hann hevur ein dreym um antin at gerast løgreglufólk ella pilotur tá hann eina ferð kemur aftur. Men fyrst skal Kolumbia upplivast – hansara fyrsta heim.