Ýr Ákadóttir við fyrstu framsýning síni

28. desember lat framsýningin við Ýr Ákadóttir upp, í Smiðjuni í Lítluvík

Ýr Ákadóttir er 20 ára gomul og hevur longu selt málningar í fleiri ár. Hon gongur triðja árið á Miðnám í Suðuroy og droymir um eina kreativa og skapandi framtíð.

 

Ýr Ákadóttir hevur sín heilt serliga stíl og hevur havt fleiri stórar uppgávur. Hon hevur málað stóra málningin, sum hongur á ungdómsdeildini í Býarbókasavninum. Hon hevur gjørt permu fyri Sprotan, verið við til at listprýða almenna rúmið á Tvøroyri í verkætlanini Litbrá og málað fyri SSL til Erlu Kongsdóttir.