Mánakvøldið skrivaðu Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Fíggjarmálastýriðundir semju. Sáttmálin hevur gildi til 1. oktober 2003, og tað er 2 ár og 7 mánaðir.
Lønarhækkingin er í miðal 12% í sáttmálaskeiðnum, og harumframt eru gjørdar smærri tillagingar í sáttmálanum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, er væl nøgdur við semjuna.
Arbeiðstíðin skal skipast í rúmari karmum fyri at skapa møguleikar fyri menning og fjølbroyttum undirvísingarligum virksemi.
Farið verður eisini undir at fyrireika eina ársverksskipan og miðað verður eftir at seta hana í verk 1. august 2002.
Avtala er gjørd um at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu.