Yvir 100 fólk vóru møtt til tann stovnandi aðalfundin hjá stuðlafelaginum hjá Heilbrigdið í Listaskálanum hóskvøldið.
Roknað var við millum 30 og 50 fólkum, so hølið var stúvstappað og eyka borð og stólar máttu setast upp.
Aftan á presentatiónssangin greiddi Jóngerð Djurhuus frá tí arbeiði, hon hevði við børn og ung á Bláa Krossi.
Niclas Heri Jákupsson hevði frálíka, skemtiliga og læruríka framløgu um at vit sjálvi gera av, um vit vilja liva tað góða lívið.
Hans Trygvi Teirin leiddi sjálva stovningina av stuðlafelaginum. Uppskot vóru frammi um broytingar av viðtøkunum, og serliga varð víst á, at navnið ikki var nóg sigandi fyri felagið. Nýggja nevndin fer at arbeiða við hesum og kemur við einum broytingaruppskotið til næsta aðalfund.
Meðan atkvøðurnar vóru taldar, høvdu fólk høvi til at síggja framsýningina í Listaskálanum.
Í nevndina vóru vald Linda Olsen, Per Person, Kári Olsen, Heidi Kragesteen, Poula Eidesgaard,
Sum varalimir vóru vald Hans Trygvi Teirin, Sólbjørg Egholm.
Nýggir limir kunnu tekna seg á www.heilbrigdi.fo har meira fæst at vita um felagið.
Nevnd á eykalimir á myndini eru frá vinstru: Hans Trygvi, Heidi, Per; Poula, Sólbjørg, Linda og Kári.